Almannapensiónir og broytingar í skattinum

Hækkaður pensionistafrádráttur

Allir pensiónistar fingu við broytingunum í pensiónslógini hægri pensión. Fyri at hækkingin skuldi síggjast aftur til fulnar í tøkum peningi hjá tí einstaka, hevur verið neyðugt at gera broytingar í skattingini av pensiónum. Tí er sonevndi pensiónistafrádrátturin hækkaður hjá øllum pensiónistum.

Serligur frádráttur

Hækkingin í frádráttinum hjá øllum pensiónistum er tó ikki nóg mikið, um eisini hægstu og miðal fyritíðarpensiónistar skuldu merkja hækkingina í pensiónini til fulnar. Tí samtykti løgtingið samstundis broytingar í skattalógini, sum geva hesum pensiónistum ein serligan frádrátt í pensiónsinntøkuni. Frádrátturin skuldi fremjast við at broyta lutfallið millum skattskylduga og ikki-skattskylduga partin av pensiónsútgjaldinum.

Frádrátturin er ein mestaupphædd á tann hátt, at hann ikki verður latin fult út, um skattskylduga viðbótin hjá einum pensiónisti, orsakað av aðrari inntøku, minkar.

Henda broyting hevur við sær, at miðal og hægstu fyritíðarpensiónistar við pensiónsútgjaldinum fyri mai fara at fáa eina fráboðan frá Almannastovuni við broyttum viðbótum. Serliga persónliga viðbótin, ið er skattafrí, er hækkað, meðan vanliga viðbótin, ið er skattskyldug, er lækkað. Ein minni partur av pensiónini verður sostatt skattaður. Pensiónsupphæddin tilsamans er tó hin sama sum frammanundan.

Broytingarnar eru lýstar í talvuni niðanfyri, sum tó einans lýsir viðurskiftini hjá teimum miðal og hægstu fyritíðarpensiónistum, sum ikki hava aðra inntøku og tí fáa fullar upphæddir.


Miðal fyritíðarpensiónistur ? giftur


Ásettar Broyttar

upphæddirupphæddir


Viðbót 2.483 1.158

Serlig persónlig viðbót 160 1.485


Tilsamans2.6432.643


Miðal fyritíðarpensionistur ? stakur


Ásettar Broyttar

upphæddirupphæddir


Viðbót 3.003 1.653

Serlig persónlig viðbót 160 1.510


Tilsamans3.1633.163


Hægsti fyritíðarpensiónistur ? giftur


Ásettar Broyttar

upphæddirupphæddir


Viðbót 4.430 2.938

Serlig persónlig viðbót 160 1.652


Tilsamans4.5904.590


Hægsti fyritíðarpensiónistur ? stakur


Ásettar Broyttar

upphæddirupphæddir


Viðbót 5.695 4.303

Serlig persónlig viðbót 160 1.552


Tilsamans5.8555.855