Almenn starvsfólk umhugsa at stovna flokk

Í Danmark eru almenn starvsfólk so misnøgd við stjórnina, at eitt nú lærarar umhugsa at stovna nýggjan flokk. Tað skrivar Jyllands-Posturin.

Blaðið veit at siga, at fýra nevndarlimir í lærarafelagnum hava tikið seg úr sosialdemokratiska flokkinum.

Jyllands-Posturin skrivar, at ein nýggjur flokkur fer at leggja seg á vinstru síðu á miðjuni í tí politiska landslagnum, har hann fer at venda sær til veljarar, sum hava ta kenslu, tá stjórnin hevur svikið teir.

Jørgen Goul Andersen, professari og valgranskari, sigur við blaðið, at tað er rúmd fyri einum politiskum flokki afturat í Danmark. Hann heldur, at grundarlagið fyri einum nýggjum miðvinstraflokki hevur ikki verið so gott tey seinastu 30 - 40 árini, sum tað er nú.