Almenna skuldin alt ov stór

Føroyski búskapurin er soleiðis háttaður, at okkara mál fyri almenna skuld eiga at vera øðrvísi enn í grannalondum okkara. Búskapurin er so lættur at sára, at neyðugt er at hava so lága almenna skuld, sum tilber

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum staðfestir í frágreiðingini um fíggjarpoltikk landsins, at almenna skuldin í Føroyum er alt ov stór.

Almenna skuldin, sum í hesum føri umfatar skuldina hjá landskassanum og hjá konnununum, er enn alt ov stór.

Ráðgevandi nevndin leggur dent á, at búskaparpolitikkurin verður lagdur soleiðis til rættis, at almenna skuldin eisini minkar skjótt komandi árini, stendur at lesa í frágreiðingini frá fíggjarmálaráðharranum.

Við tað, at landskassin við lóg er bundin at hava 15 prosent av BTÚ standandi í landsbankanum, er neyðugt, at seta sær hægri mál enn at minka um nettoskuldina, sigur Karsten Hansen.

Í ES-londunum er málið, at almenna skuldin hægst skal vera 60% av BTÚ, men í Caragata álitinum stendur, at skulu Føroyar hava eitt gott kredittvirði, eigur almenna skuldin ikki at verða hægri enn 50%.

Sveiggini í føroyska búskapinum hava verði stór og tí er enn meira neyðugt við einum vælkonsolideraðum almennum sektori.

? Saman við ætlanunum um at gerast minni bundin at Danmark, eru grundgevingar fyri, at málið viðvíkjandi skuldini eigur at vera hægri enn í Danmark, verður sagt.

Harafturat er tað ein trupulleiki, at almenna skuldin í flestu førum er uttanlandsskuld. Umframt at leggja byrðar á landshúsarhaldið, so fer størsti parturin av almennu rentuútgjaldingunum av landinum