Almennar skjalagoymslur

Í september í fjør gav Løgmansskrivstovan út bók við heitinum »Føroyar í kalda krígnum«, sum millum manna beinanvegin fekk navnið ?svartabók?. Nakrar dagar frammanundan hevði Føroya Landsstýri givið út bókina ?Hvítabók?. Meðan orðið hvítabók merkir ?kritisk dokumentation og partsindlæg over for offentligheden? (Danmarks Nationalleksikokn), so er orðið svartabók í hesum føri óivað bert prógv um, hvussu kvik vit eru at eyknevna og í hesum føri als ikki niðrandi.

Sum tað framgongur av formælinum, og nú er tað altso »svørtubók« vit tosa um, so hevur bókin, sum er tann fyrsta av tveimum (ella kanska fleiri?) við støði í løgtingavgerð frá 19. apríl 1996 um savnan av hernaðarligum skjølum í USA. Løgmaður hevur lovað, at líknandi kanningar fara at verða gjørdar á skjalasøvnunum handan jarntjaldið, ið var, tá ið neyðug peningajáttan frá løgtinginum fyriliggur.

Ætlanin við hesi lítlu grein er ikki at ummæla bókina, slíkt krevur aðrar knokkar, men eg fari tó at gera vart við tað heldur óvanliga, at bókin leggur út við einum samandrátti. Vanligt ella neyðugt er at hava lisið eina bók lidna fyri at kunna fata ein samandrátt, mótvegis fororðinum, sum skal lesast áðrenn farið verður undir sjálva bókina.

Hetta er annars óivað væl úr hondum greitt arbeiði, sum í stóran mun er farið fram á ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn og á skjalasøvnum í USA. Ikki uttan orsøk kunnu fólk tí spyrja: júmen, er onki at finna á Landsskjalasavni Føroya ella í skjalagoymslum landsstýrisins; tað framgongur so ikki av bókini.

Vit, sum eru eldri ella gomul, minnast, at Landsstýrið 1963/66 - sokallaða sjálvstýrislandsstýrið - í stóran mun var merkt at NATO-politikki. Legði hetta landsstýri ongi skjøl eftir sær, sum hava relatión til Føroyar í kalda krígnum í tíðarskeiðnum 1945/1967? Eru vit farin yvir um ánna eftir vatni, er nærliggjandi at spyrja. Hesin spurningur kastar næsta spurning av sær: í hvørjum standi eru okkara almennu skjalagoymslur. Ikki fyrr enn í 1992 fingu vit eina veruliga lóggávu um skjalsøvn, sum er so strong, at vit kunnu verða koyrd í Skansan, um groft brot móti lógini verður framt. Hetta, at umsita almenn skjøl, er sostatt eitt sera álvarsligt mál.

Hann, ið hetta skrivar, er vitandi um, at journalin og arkivið hjá landsstýrinum varð umsitið av sera arbeiðssomum og samvitskufullum fólki, so sum strangliga ansaðu eftir at arbeiða eftir galdandi reglum, sum fyriskipað var, herundir at alt varð journaliserað. Henda profiessionella skráseting og umsiting var ósvikalig í 40 ár, men so fór at bila, ikki tí at dugnafólk sum frá leið var vorðið gamalt og yngri komið í teirra stað.

Als ikki.

Fyri ikki so langari tíð síðan skuldu útvegast skjøl í ávísum journalum í arkivinum í Tinganesi, men leitað varð til fánýtis, so rakslánar vóru tær, journalirnar.

Hetta hevur tó onki við Føroya í kalda krígnum at gera.

Fara vit meira enn 60 ár aftur í tíðina t.v.s. umleið tá ið seinni veraldarbardagi brast á, renna vit okkum í tveir almennar stovnar: Løgtingsskrivstovan og Færøernes Oppebørselskontor, sum í dagligari talu varð kallað Gjaldstovan ella Uppibørsilskontórið. Skjølini hjá hesum báðum stovnum vórðu goymd uppi á loftinum í Løgtingshúsinum, og her var talan um satt listaverk - um ein skjalagoymsla kann fáa slíkt heiti, - sum við akkuratessu og gjøgnumførdum ordan var ætlað fólki í umsitingini at handfara og arbeiða við. At finna skjøl undir slíkum umstøðum var leikandi lætt.

Fyri umleið 35 árum síðan varð hetta meistaraverk av eini skjalagoymslu sundursorlað, hyllar og skáp skrødd niður og alt tveitt út í gongina á nevnda lofti, tí ávísir løgtingsmenn kravdu ?lebensraum?. Nakrar bøkur og okkurt annað varð bjargað undir væðingina í Tinganes og í onkran kjallara í Havn, men um tað nógva, sum varð tjokkað í sekkir, endaði á landsskjalasavninum ella í brennistøðini er ilt at siga nakað um.

Hetta hevur heldur onki við Føroyar í kalda krígnum at gera.

Um henda primitiva vandalisma hevði støði í barnsligari nationalismu ella vanligum mentunarloysi er eisini ilt at siga nakað um, men eitt er vist: um skjalagoymslurnar handan jarntjaldið, ið var, hava fingið somu vanlagnu, sum her er sagt frá, fara menn at draga svart, tá ið teir eru komnir eysturum at skriva annan partin av ?Svørtubók?.

Annars er at siga um sjálva bókina, at hon hevði ligið betri í hondini, um hon (bókin) hevði somu stødd sum t. d. ?Hvítabók?


Heri Mohr