Almennir stovnar skulu í útjaðaran

Allir flokkar á tingi eru samdir um, at almenn umsiting í størri mun eigur at verða løgd í útjaðaranum

 

Almenn umsiting eigur at verða flutt út í útjaðaran.

Hesum vóru umboðini fyri allar politisku flokkarnar samd um undir orðasikiftinum um økismenningarálitið í VB-húsinum í Vági mánakvøldið.

Jóannes Eidesgaard (C), Høgni Hoydal (E) og Helena Dam á Neystabø (D) vóru øll samd um, at politiski myndugleikin beinleiðis eigur at fara inn og gera av, at umsiting í so stóran mun sum gjørligt eigur at verða løgd í útjaðaranum.


Venda próvbyrðuni

Formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, hevði eitt ítøkiligt uppskot um, hvussu hetta kann gerast. Hann mælti til, at próvbyrðan fyri, hvar almennir stovnar skulu leggjast verður vend á høvdið.

Hetta merkir, at útgangsstøðið er, at ein almennur stovnur, sum skal setast á stovn, skal liggja í útjaðaranum, og at ógvuliga tungt vigandi grundgevingar skulu til, um hann kortini skal leggjast í miðstaðarøkinum. Í dag er tað soleiðis, at gingið verður út frá, at nýggir almennir stovnar skulu leggjast í Havn, men at teir møguliga kunnu leggjast aðrastaðni, um grundgivið verður nóg væl fyri hesum.

Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, tók av fullum huga undir við uppskotinum hjá Høgna Hoydal. Men Jóannes Eidesgaard helt kortini, at uppskotið mátti byggjast eitt sindur út, so tað eisini fevndi um at flyta núverandi almennar stovnar út í útjaðaran. Tað er nevniliga eftir hansara sannføring ikki nóg mikið at flyta nýggjar almennar stovnar út í újaðaran.

Hesum tók Høgni Hoydal undir við.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna Sjálvstýrisfloksins, var samd. Men hon helt tað kortini ikki vera rætt, bert at hugsa um størv í almennum stovnum. Hon vísti á, at høg størv innan onnur áhugaverd øki enn almenna fyrisiting mugu finnast í útjaðaranum.

Formaður Sambandsfloksins, Lisbeth L. Petersen, undraðist yvir tosið hjá Høgna Hoydal, um at flyta nýggjar almennar stovnar til útjaðaran.

? Fullveldislandið Føroyar skal jú rationaliserast. Og rationalisering hongur ikki saman við desentralisering, gjørdi Lisbeth L. Petersen greitt.


Aðalstýrini verða í Havn

Jacob Vestergaard, borgarstjóri í Sumbiar Kommunu, reisti í hesum sambandi spurningin, um tað ber til at skrykkja aðalstýri upp við rót og flyta tey í útjaðaran.

Hetta helt eingin av politisku umboðunum vera nakað gott hugskot.

Aðalstýrini mugu vera í Havn. Men aðrir stovnar kunnu flytast, var svarið frá innbodnu gestunum.

Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal vístu báðir á, at ein skipa ætlan skal til fyri at flyta stovnarnar. Tí annars verður bara, sum vanligt, stríð millum ymsu økini um almennu stovnarnar, og so enda teir aftur í Havn fyri at varðveita friðin.