Almennur fundur um álvarsliga sjúku í Norðurlandahúsinum

Í dag, sunnudagin klokkan 15. verður alment tiltak í Norðurlandahúsinum um sukursjúku og um, hvussu tað ber til at fyribyrgja sjúkuni Nýggjastu kanningar í Evropa vísa, at børn heilt niður í 8-10 ár fáa nú staðfest týpu 2tvey av sukursjúku. Vanliga hevur tað verið kallað gamlamannasukursjúka, men tað ber ikki til longur

Støðan er rættiliga álvarsom, tí hetta er ein sjúka, sum skal takast í djúpasta álvara, sigur Kristianna Rein, forkvinna í Diabetisfelag Føroya, í tíðindaskrivi.

Hon leggur afturat, at støðan er ikki bata álvarslig fyri tey, sum fáa sjúkuna og teirra avvarðandi. Støðan er sanniliga eisini álvarslig fyri heilsuverkið, sum kemur undir stórt trýst, tí talið av teimum, sum fáa sjúkuna, veksur so skjótt.

Hon sigur, at tað ber til at fyribyrgja sjúkuni, eisini hjá børnum og ungum og hyggjuráðini eru at røra seg og at brúka kroppin

Hetta er evnið, sum Diabetesfelag Føroya tekur upp á almennum fundi í Norðurlandahúsinum í dag, sunnudagin klokkan 15.

Á fundinum fer Hans Pauli Strøm, landstýrismaður í heilsumálum at greiða frá, hví hann hevur útnevnt árið 2009 til rørsluár, og eftir tað fer Magni Mohr, ítróttarfysiologur, granskari og Ph.D, at halda fyrilestur um, hvussu tað ávirkar kyknur, vøddar og allan kroppin, tá ið vit røra okkum, og hví tað er so týdningarmikið fyri børn og ung at fá góðar rørsluvanar.