Almennur ineffektivitetur tá hann er í hæddini

Tá føroysku langfaraskipini í 1993 fóru yvir á Flemish Kapp at fiska varð nógv tosað um vána hoyrilíkindir har vesturi. Menn vóru keddir av ikki at hoyra útvarpið og heitt varð á landsins myndugleikar um at bera so í bandi, at møguleiki bleiv at hoyra útvarpið.


Kanningar vórðu gjørdar og niðurstøðan varð, at 1 til 2 ársverk skuldu setast (170.000 til 300.000 kr.) so kundi man leiga seg inn á onkra stuttbylgjustøð hjá grannalondunum (Noreg, Íslandi ella Danmark) og fingið senditíð har fyri ein sámuligan pening. Tað er jú avmarka hvussu langt millumbylgjan hoyrist, og eisini var óvissa um hvussu leingi fiskiskapurin kom at halda fram.
Hettar var altso ein akuttur tørvur, ið skuldi loysast skjótt, var hildið, men vit fingu annað at síggja.

Hettar er tað stutta av tí langa.
Hettar mál hevur nú á níggjunda árið sløðst, sum bukka millum sengur, men enn er onki hent uttan tos og tos og aftur tos, harrin náði tú meg.
Hettar er virðingin sum landsins myndugleikar vísa einum parti av fiskivinnuni, her er eingin flokkur undantikin. Lágt liggja tit, tví skammið tykkum!!!
Nú stundir til val, og nú skulu helst fleiri gera sær dalt av hesum, onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, eg meini tað.
Elis hevur tíbetur hildið lív í hesum og tikið hettar upp í sínum sendingum á Frívaktini av og á, stóra tøkk fyri tað Elis.