Almennur stuðul skal skapa arbeiði á flakavirkjum

Ein samd vinnunevnd hjá Løgtinginum vil nú hava landsstýrið at at lata føroyskum flakavirkjum almennan stuðul. Stuðulin skulu flakavirkini brúka til at keypa frystan triðjalandsfisk fyri, sum tey síðani kunnu virka fyri at skapa meiri arbeiði.

Tað er niðurstøðan í vinnunevndini, nú hon hevur viðgjørt eitt uppskot, sum Miðflokkurin legði fyri Løgtingið. Og eftirsum vinnunevnd einmælt tekur undir við tí, er alt, sum bendir á, at tað verður samykt.

Vinnunevndin staðfestir, at fleiri og fleiri ólærd missa arbeiðið.

- Arbeiðsloysið talar avgjørt fyri at samtykkja uppskotið, tí fiskavirkisskipanin er ikki nóg góð í førum sum hesum og tað er ringt at siga, hvussu leingi Als, og ikki minst løntakarar, tola tað víðfevnda arbeiðsloysi, bæði fíggjarliga, sosialt og sálarliga, sigur Katrin Dahl Jakobsen, forkvinna í vinnunevndini.

Men vinnunevndin leggur eisini dent, at hon heldur tað vera skilaleyst í, at fiskur av okkara egnu grunnum fer óvirkaður av landinum til onnur at virðisøkja, nú arbeiðsloysið er so stórt.

Nevndin staðfestir eisini, at í ávísum førum hevur frystur triðjalandsfiskur verið eitt gott íkast, sum hevur tryggjað arbeiðsfólki javnt arbeiði, serstakliga tá ið ov lítið av rávøru var at fáa av okkara egnu grunni.

- Uppskotið loysir ikki bygnaðarligu trupulleikarnar í fiskivinnuni á landi, men nevndin heldur, at um til ber at stuðla upp undir arbeiðsskapandi átak og ígongdsetan í ávíst tíðarskeið, er vert at royna hetta.

Undir viðgerðini í vinnunevndini er komið fram, at rakstrarfígging til slíka framleiðslu kann gerast heldur tung at bera av tí at slík framleiðsla er bindur sera nógv gjaldføri og nevndin heitir tí á landsstýrið at kanna hesi viðurskifti.