Alment váttað: Moyes gevst í Everton - vil til United

Hóast Manchester United ikki hevur váttað tað enn, verður tað nú alsamt greiðari, at tað verður Everton venjarin, David Moyes, sum skal fylla skógvarnar hjá legendariska Alex Fergusen, sum hevur kunngjørt, at hann leggur frá sær.

 

Heimasíðan hjá Everton skrivar nevniliga nú, at Moyes gevst í Everton í summar, tí hann vil sleppa at royna seg í Manchester United.

 

tann 50 ára gamli Moyes hevur staðið á odda fyri Everton í yvir 500 dystum hesi seinastu 11 árini, men nú hevur hann boðað felagnum frá, at hann hevur ikki hug at leingja sáttmálan við, sum gongur út nú.

 

Í gjár varð gitt, at Manchester United kemur við eini almennari fráboðan um venjarastarvið í dag.