Alneyðugt at fólkið norð­an­fyri tek­ur tøk sam­an við suður­oy­ing­um á sam­ferðslu­økinum

Tað segði segði biskupur m.a. í prædiku í Fámjin

Tað eru møguleikar, ið ikki koma aftur. Einki stendur í stað uttan afturgongdin, segði biskupur m.a. í prædiku í Fámjin í gjár, tá kirkjan í Fámjin fylti 150 ár.

 

Jógvan Fríðriksson, biskupur, kom í prædiku síni inn á samferðsluviðurskiftini um Suðuroyarfjørð, nú kjakið um tunnil um Suðuroyarfjørð er í hæddini:

 

Tað er alneyðugt, at fólkið norðanfyri Suðuroyarfjørð stendur saman við og tekur tøk saman við suðuroyingum á samferðsluøkinum.

 

At menna eitt land og øll økir í landinum krevur samanhald og festi. Tað sama ger seg galdandi í fólkakirkjuni, ið er Guðs og fólksins. 

 

Vit mega vera djørv og ganga hugans brøttu bjargaleiðir eins og tey, ið undan gingu innan mentan, lærdóm og vinnulív. Hvør tíð krevur sínar íløgur. Sita vit hendur í favn og ikki varnast hetta, rennur tíðin frá okkum. Og tey fara framvið.

 

“Tey fara framvið á sumri í sól // so vónrík og flúgvandi glað // ein gullglæma sveipar og // signar tað lið // sum í vóndreymi sveimar avstað.”

 

“Tey fara framvið sum tað følnaða leyv, // ið miðleyst á heiðunum fleyg // sum mammur ið syrgja tá // dýrasta ogn // børnini ov tíðliga deyð.”

 

Í dag verða børnini í yrkingini tulkað sum Suðuroyggin, har barnatalið støðugt lækkar, og ungdómurin flytur av oynni.

 

Við alfara veg í Jeriko sat ein blindur maður og biddaði. Hann hoyrdi eina fjøld av fólki ganga framvið. Hann gav ljóð og lat hoyra frá sær. Tey søgdu honum, at Jesus úr Nasaret kom framvið.

 

At síggja møguleikan og grípa um løtuna nú. Tað ræður um ikki at liggja sjóvarfallið av sær. Tað eru møguleikar, ið ikki koma aftur. Einki stendur í stað uttan afturgongdin, segðu biskuper millum anna´í prædiku síni í Fámjin.

 

Gævi at vit føroyingar síggja Suðuroynna, steðga á og taka neyðug stig. Tað er ikki haldgott, at vit einans fara framvið og harvið sigla oynna afturúr, segði Jógvan Fríðriksson.

 

Øll prædikan kann lesast á folkakirkjan.fo: Fara fram við Suðuroynni - Fámjins kirkja 150 ár - Fólkakirkjan