Hallby er trý stig frá einum endaspælsplássi

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby eru í einari góðari gongd

Triðja dystin á rað fingu Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby úrtøku í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Í kvøld eydnaðist tað Hallby í Jönköpings Idrottshus at vinna tepran 31-30 sigur á Helsingborg. Í steðginum var útiliðið á odda 14-13.

 

Rói skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir, og hann legði upp til tvey mál (assist).

 

Hallby sum hevur fingið fimm av seks møguligum stigum í trimum teimum seinastu dystunum er nummar 11 í deildini við 17 stigum. Hallby hevur trý stig upp til Ystad, ið er á gylta áttanda plássinum, ið gevur rætt til at kappast í endaspælinum.

 

Komandi dystur hjá Hallby verður á útivølli mikukvøldið 25. februar. Tá verður Hammarby mótstøðuliðið.