ALS: Alt stýrið eigur at fara frá

Eli Brimsvík, formaður, Havnar Handverkarafelag
----

Nú stjórin í ALS seinastu árini, alment í øllum føri, hevur valt at siga seg úr starvi, hevur mikið rok tikið seg upp um tað lukrativu fráfarðingaravtaluna, hann hevur fingið frá ALS-stýrinum.
Eg haldi avgjørt, at hetta er ein háðan ímóti teimum arbeiðsleysu, og arbeiðsmarknaðinum sum heild.
Ein persónur, tað veri seg stjóri, ella onkur annar, sum velur at siga seg úr starvi, eigur sjálvsagt ikki at fáa nakra fráfaringaravtalu, ella sum tað kallast á fak-máli eitt gylt lógvatak.
Tá ið tað er sagt haldi eg avgjørt, at tað er stýri, sum situr við apuni, og má hetta metast at vera einki minni enn ein rein falitt-erklering.
At nú fyrrverandi stjórin, Ernst Jacobsen, hevur megnað at trilla stýrið fyri ALS um sín lítlafingur, má metast at vera einki minni enn eitt bragd av honum, men sera ósmakligt má sigast. Hann mátti ikki komið sær at víst eina slíka vanvirðing fyri arbeiðsmarknaðinum, sum hóast alt hevur breyðføtt hann væl og virðiliga í fleiri ár, serstakliga nú øll onnur noyðast at taka til takkar við minni útgjaldi, størri inngjaldi og eykað bíðidøgum.
Eisini má ein seta stórt spurnartekin við okkara umboð í stýrinum. Hvar eru tey í hesum svansinum? Tað er lætt at krógva seg aftan fyri tagnarskylduna, men tit hava fyrr talað at, so hví so tigandi nú? Hvat hendi í 1997 við tá verðandi stjóra?og hví hevur mann ikki syrgt fyri, at slíkt ikki kundi henda aftur? Haldi at alt Føroya fólk hevur krav upp á eina frágreiðing.
Tá ið allur sannleikin ikki kemur fram, eiga fakfeløgini at skifta øll umboðini í stýrinum út, um naka trúvirði skal fáast á Als skipanina aftur. Haldi ikki, at stýrisformaðurin einsamallur eigur alla ábyrgdina av hesum.