ALS er nýggja arbeiðararørslan

Hanus Samró, formaður í HUXA og valevni hjá Fólkaflokkinum
----------
Fyri einum ári síðani kom forsprákari frá arbeiðararørsluni yvir til mín. Viðkomandi hevði hildið røðu á Vaglinum, men eingin var møttur upp. Hann mintist afturá sjeyti árini, tá ið altjóða arbeiðaradagurin var alfa og omega. Irriteraður inn á vánaligu undirtøkuna spurdi hann: hvat er hent við arbeiðaranum? Við virðing fyri viðkomandi segði eg einki, men eg loyvi mær at siga tað í dag. Altjóða arbeiðaradagurin hoyrir heima í søgubókunum. Tað er ein leivd av eini farnari tíð. Viðurkskiftini hjá vanliga arbeiðaranum eru góð, og tað eru eldsálum sum áður nevnda at takka.

ALS
Samfelagið hevur 1. mei 2011 eina aðra avbjóðing: hvussu fáa vit fólk at arbeiða? ALS, ið skuldi vera trygdarnet, er vorðin ein trupulleiki. Ung verða eggjaði at fara uppí, tey hoyra søgur um javnaldrar, ið fara ókeypis til Costa Del Sol. Tey skulu bara fylla ALS-skjalið út, so er túrurin heima. Hetta eyðkennir hugsanarháttin hjá fleiri. Samfelagið er komið í eina støðu, har tað ikki loysir seg at arbeiða, tí borgarin er vorðin ov vanur við ymisku tænasturnar, ið “vælferðar”samfelagið veitir.

Arbeiðarin
Bróðurparturin av lønini fer í skatt. Ein fimtingur av kostnaðinum fer í MVG. Tað er skiljandi, at arbeiðarin krevur okkurt fyri pengarnar, men er hann nøgdur við, at rúsdrekkamisnýtarar og onnur fáa pengar fyri einki? Ynskir arbeiðarin, at ungdómurin sólar sær í summarsteðginum, tá ið hann arbeiðir yvir?

Forsprákarin
Hevði eg møtt forsprákaranum aftur, og hann spurdi, hvat er hent við arbeiðaranum, vildi eg svarað:
Vit mugu gera tað minni freistandi at fara upp í ALS. Vit rinda ov nógv fyri rúsdrekkamisnýtarar og tann reyvasíða ungdómin, ið ikki orkar at arbeiða, og um vit nakrantíð skulu fáa fólk út at arbeiða, mugu vit vísa teimum virðing. Arbeiði skal verða stoltleikin, tað skal umboða teirra dygd og dirvi. Ikki fyrr enn lívið í ALS verður súrt, verður altjóða arbeiðaradagurin framhaldandi ein dagur, ið eingin skoytir um, tí ALS er nýggja arbeiðararørslan.