Alt er avgjørt í fýra kappingum

Eitt róðrarár, sum higartil ikki hevur verið serliga væl eydnað, kann bjargast við góðum úrsliti og serliga sigri á ólavsøku. Tí er spenningur í øllum FM róðrunum ólavsøkuaftan. Men tað er bara í kappingini millum dreingirnar og 10?mannaførini, at tað er spenningur um FM heitið.
Sílið við gentum og Jarnbardur við kvinnum hava vunnið allar fimm FM kappingarnar higartil í ár og eru tískil longu FM vinnarar. Smyril úr Vági er so at siga FM vinnari í kappingini millum 6?mannafør við monnum, og Kvívíkingur hevur so at siga vunnið FM heitið í kappingini millum 8?mannaførini.
Hóast teir ikki hava møguleika at vinna FM, so hava fleiri bátar vant í Havnini teir seinastu dagarnar. Millum aðrar hava verið at sæð Fípan Fagra, Klaksvíkingurin, Tjaldrið og Strálan.