Limirnir í bólkinum spældu gittara baseraðan rokktónleik, og kenna fólk Creed og aðrar líknandi bólkar, hava tey hoyrt alt, The Last Breath gjørdu, fyrr.
Men sum heild var framførslan fín, teir koyrdu á alla tíðina, og tað ljóðaði á ongan hátt illa. Teir megnaði at fáa gott samband við lítlu fjøldina frammanfyri pallin, og áhoyararnir bæði hoppaðu og klappaðu gjøgnum alla konsertina.
Í samband við sangin sær út til, bólkurin hevur tørv á venjing, men hetta kann gerast nakað við.
Tað kann hugsast, at um bólkurin heldur fram og verður ordiliga samanspældur, kann tað ljóða heilt væl hjá teimum.
The Last Breath verða nokk ongantíð heimskendir, tí tónleikurin teir spæla hevur havt sínar bestu dagar, men spurningurin er sjálvandi hvørjar ætlanirnar hjá bólkinum eru.