Alt er tilreiðar til Planet Awards

Leygarkvøldið verður Planet Awards kvøld á Hotel Føroyum. Lagt er upp til ársins veitslu við væl klæddum gestum, ið hugna sær við tí besta innan føroyskan tónleik.

Planet Awards

Nú Prix Føroyar er farið í søguna hevur Planet Awards fingið eina uppaftur týdningarmiklari støðu í føroyskum tónleiki. Tiltakið er í størri mun enn nakað annað tiltak, kvøldið har tónleikurin verður sýndur tí virðing, ið hann hevur uppiborið. Heimasíðan Planet.fo verður hvørja viku vitjað av millum 3. og 4. hvørjum føroyingi, og tónleikurin fyllur alsamt meira í almenna rúminum, bæði á festivalum, konsertum og útvarpi døgnið runt. Í kvøld verða tey bestu innanfyri sítt øki á føroyska tónleikapallinum heiðraði. Her er talan um alt frá eini Planet til besta nýggja bólk til planet herðaklappið til onkran, ið longu hevur sett síni fingramerki á føroyska tónleikapallin.
Síðani í farna árið hevur ein dómsnevnd, arbeitt við at finna tey fimm nøvnini, ið eru tilnevnd til hvørja Planet. Í nevndini sita Fróði Løksagarð, Malan Eyðunsdóttir, Niels Uni Dam, Jónhild Andreasen og Sólarn Solmunde.
Seinastu vikurnar hevur sama dómsnevnd atkvøtt um tey tilnevndu, samstundis sum fólk hava sms’a eina ørgrynnu av boðum inn til telefonnummar 1930. Mikukvøldið á miðnátt var frestin úti, og úrslitini eru tald upp, revideraði og niðurskrivaði og koyrd í brævbjálvar. Planetirnar eru gjørdar og alt er til reiðar at verða almannakunngjørt á hátíðarhaldinum á Hotel Føroyum leygarkvøldið.
Til at stýra veitsluni hevur Planet.fo fingið ivaleyst Føroya besta vert, Sjúrð Skaale. Her er sostatt upplagt til eina heilt serliga uppliving.