Altíð feitt at vinna

Stóri málverjin hjá Neistanum fegnaðist um sigurin, sum hann helt var væl og virðiliga uppiborin

Hondbóltur

Eitt av stóru samrøðuevnunum í upptaktini til mansfinaluna var styrkurin, sum Neistin hevði fingið sær í málinum.
Emil Kulmann Jacobsen var kanska bara ætlaður sum gardering fyri Ára Dam, men tá hesin fekk leikbann, stóð stóri danin størsta partin av finaluni, og tað gjørdi hann eisini framúr væl. Og smílið var sjálvandi stórt, tá finalan var av og steypaheitið heima.
- Tað er sjálvandi altíð feitt at vinna. Umstøðurnar vóru fínar, stemningurin var framúr og áskoðararnir bakkaðu okkum sera væl upp. Kanska var hondbólturin ikki tann allarvakrasti, men vit vinna og so er alt jú deiligt, staðfesti Emil Kulmann Jacobsen.
- Munarin var helst, at vit vóru betur fyri kropsliga. Vit vinna eina leiðslu tíðliga í dystinum, og tí mugu teir alla tíðina stríðast nakað eyka. Og tíbetur megna vit so alla tíðina at halda teimum, segði Emil K. Jacobsen.
Eingin ivi er um, at styrkurin í stóra dananum kom væl við. Og í besta Lindgreen-stíli hoydust áskoðararnir rópa: Eeeemiiil, tá bjargingar blivu framdar. Men hóast hann hevur havt tað fínt hesar báðar vikurnar í Føroyum, so staðfesti Emil Kulmann Jacobsen at enda, at leiðin nú gekk aftur til Danmarkar.