Alt gekk undan hjá klaksvíkingum

Fótbóltur: Men hóast KÍ stakk seg væl framum kappingarneytarnar, so er tað støðan framvegis soleiðis, at B36 eisini sjálvt kann avgera

Tá Tony Paris, KÍ og trúføstu viðhaldsfólkini sunnudagin fóru um Leirvíksfjørð fyri at stríðast í Runavík, so mundu teir neyvan rokna við, at teir seint seinnapartin á ferðini um aftur fjørðin skuldu hava eina so trygga leiðslu, sum støðutalvan á hagtalssíðunum vísir.

Luturin hjá KÍ var at stríðast fyri trimum stigum móti NSÍ, og tað eydnaðist. Kappingarneytarnar úr GÍ og B36 kundi KÍ ikki gera nakað við, men sjálvandi sendu teir vinaligar hugsanir til sumbingar og HB menninar, sum gjørdu, at úrtøkan hjá GÍ ikki var tey trý stigini, sum tað sjálvandi varð roknað við, at teir fóru at fáa, og at tað gekk soleiðis hjá B36, sum teir í Klaksvík bara kundu vóna, at tað skuldi gera.


Sluttspurturin

Nú eru trý umfør eftir at spæla, og harvið kunnu vit siga, at sluttspurturin er farin í gongd. GÍ hevur framvegis møguleika at gerast meistari, men at teir taptu tvey stig í Sumba hevi við sær, at møguleikin má metast bara at vera til staðar á pappírinum.

KÍ skal spæla á heimavølli móti Sumba, á útivølli móti B36 og á heimavølli móti ÍF. GÍ og B36 skulu spæla í Gøtu, og eftir vitjanina av KÍ skal B36 til Runavíkar. GÍ skal í tveimum teimum síðstu umførunum spæla í Fuglafirði og á heimavølli móti B68.

Tomislav Sivic segði nakað herfyri við Ítróttarsosialin, at teir høvdu ráð at tapa onkran dystin og alíkavæl at vinna FM. Og eftir B36 tapið móti HB, sum ivaleyst svíður í mønu og mergi, skulu vit skunda okkum at staðfesta, at B36 hevur framvegis FM møguleikan í egnum hondum. Men nú hava teir ikki ráð at tapa í Gøtu, og sjálvandi er tað eisini neyðugt hjá teimum at fáa fult móti KÍ.

Tað eru klaksvíkingar, sum nú liggja best fyri at vinna fyrsta meistaraskapin síðani 1991. Tað hevur líka sum ligið í luftini, at heimadystirnir móti Sumba og ÍF so at siga eru avgreiðslu dystir, men soleiðis síggja teir ikki uppá tað í Klaksvík. Sumba stríðist fyri lívinum, og avrikini móti HB og GÍ hava víst, at tað er nógv í liðnum, sum hevur so ilt við at koma av botnplássinum, og um ÍF í síðsta umfarinum skal hava okkurt burturúr fyri at yvirliva, so kann alt koma fyri.

Við sigrinum á grannunum syrgdi HB fyri, at teir framvegis spæla fyri at fáa europeisk atgongumerki, og vil tað heilt væl til hjá teimum, so kunnu teir røkka næstfremsta plássinum, men tað man bara vera ynskidreymur. Við gongdini síðani summarsteðgin í huga og tí veruleikanum, at møguleikin fyri europeiskum fótbólti komandi ár framvegis er til staðar, er tað neyvan við síðuna av at rokna við, at HB fer at fáa fult trý tey síðstu umførini, tá teir eiga ÍF og B71 á heimavølli og B68 á útivøli.


Málið

Hvørki teir í B36 ella klaksvíkingar fara at kanna sær bitan, áðrenn hann væl og virðiliga er svølgdur, men í bløðunum, sum ikki hava felagsligar ábyrgdir, er tað loyvt at rokna uppá framtíðina. Um B36 tapir í Gøtu, samstundis sum KÍ vinnur á Sumba, so kann KÍ við javnleiki móti B36 í næstsíðsta umfarinum vinna FM. Um B36 vinnur í Gøtu, so verður meistaraskapurin bara avgjørdur næstsíðsta leikdag, um KÍ vinnur á B36.

Møguleikan hjá GÍ er meiri torført at fáa eyga á, men hann er har. Í fyrsta lagi skal GÍ vinna allar sínar dystir, og samstundis skal KÍ ikki fáa fleiri enn trý stig, og B36 skal ikki fáa stig í øðrum dystum enn móti KÍ.


Botnurin

Í botnstríðnum var tað sjálvsamt, at Sumba, ÍF og B71 øll fingu stig. Hjá B68 verður tað hvørki fuglur ella fiskur í ár. Vágbingar kunnu framvegis koma í niðurflytingarvanda, men tann møguleikin er bara á pappírinum.

Sumbingar eru verri fyri nú, enn teir vóru undan vikuskiftinum. Munurin upp til ÍF er tann sami, men nú er ein eitt umfar minni at taka munin innaftur í. Avrikini hjá sumbingum hava verið so mikið sannførandi tær síðstu ferðirnar, at tað avgjørt ikki kann síggjast burtur frá møguleikanum, at teir fara at fáa fleiri stig. Tá teir fara til Klaksvíkar verður tað ivaleyst fyrst og fremst fyri at fáa eitt stig, og tað kann ikki síggjast burtur frá tí møguleikanum, men tað má metast ikki so lítið sannlíkt, at Sumba fer at fáa stig á heimavølli móti NSÍ og í Vági.

So tað er ikki so løgið, um fuglfirðingar framvegis kenna tað brenna undir sær. HB vann á B36 og spælir framvegis fyri at sleppa við í UEFA Cup. Tað ger, at teir vera sera uppsettir, tá ÍF sunnudagin kemur í Gundadal, og í teimum báðu síðstu umførunum skal ÍF á heimavølli spæla móti GÍ og á útivølli móti KÍ. Tað liggur í luftini, at fuglfirðingar meiri skulu rokna við, at Sumba fer at snáva, heldur enn at ÍF fer at fáa fleiri stig. Tað kann væl hugsast, at málmunurin fer at verða avgerandi fyri, hvør skal flyta beinleiðis niður. ÍF hevur minus seytjan í málum, og Sumba hevur minus 21.