Næstsíðsta umfar í EFFOdeildini verður seinnapartin ídag. Hósdagin varð avgerð tikin um at framskunda dystirnar til í dag, sum sambært skránni skuldi vera í morgin. Tað varð gjørt, tí veðurvánirnar vóru so vánaligar fyri sunnudagin. Í dag tykjast fótbóltslíkindin i at verða góð.
Fyrsta bríksl í øllum fimm dystunum verður klokkan 16.00.
Tað er ikki so stórt sannlíki fyri tí, men møguleiki er fyri, at tað longu í dag verður greitt, hvør vinnur FM, og hvør skal flyta niður.
Víkingur-KÍ: Rúni Gaardbo
NSÍ-B36: Páll Augustinussen
B68-EB/Streymur: Ransin N. Djurhuus
HB-TB: Dagfinn Forná
FC Suðuroy-ÍF: Lars Múller
Støðan
EB/Streymur 52
ÍF 50
KÍ 42
HB 41
Víkingur 41
B36 36
NSÍ 30
TB 24
B68 21
FC Suðuroy 9