Nú bátafestivalur verður á Toftum í morgin, og bátar í hópatali fara at sigla úr Skálafirði og út á Toftir, har teir verða lagdir til bryggju í deksbátahavnini, sigur havnarmeistarin, Jackie Zachhau, at bátafestivalurin er ein hugnaligur familjudagur á Toftum.
- Vit hava nógv og gott fólk at taka sær av festivalinum, og her verður nógv á skránni, bæði til børn og vaksin - ja, til alla familjuna. Sjálvur eri eg ikki aktivur í bátasigling, men mær dámar væl at koyra á motorsúkklu. Eg eri altíð til reiðar at taka eina hond í - og ganga fyrireikarunum til handa - tá tørvur er á onkrum.
Jackie Zachhau sigur, at tá bátarnir koma inn í havnina seinnapartin leygardagin, plagar alt at laga seg sum best, og bátaeigararnir plaga at finna út av tingunum í sátt og semju. Umstøðurnar í deksbátahavnini eru góðar, og her kunnu bátarnir fáa landstreym og vatn.