Alt ov nógvur larmur á Langasandi

Ljóðkanning vísur, at ljóðstøðið liggur væl omanfyri tilmæli frá WHO fyri ljóð frá ferðslu

Mangan hevur verið frammi, at fólk á Langasandi og í Signabø halda tað larmar alt ov illa har um leiðir. Og nú vísir ein fesk ljóðkanning, sum Umhvørvisstovan og Tórshavnar Kommuna hava gjørt, at tað er nakað um tað. 

 

Kanningin vísir, at tað er týðiligt samband millum ljóðstøðið á Langasandi og ferðsluna á landsvegnum. Nakað av sambandi er millum ljóðstøðið á Signabø og ferðsluna á landsvegnum. 

 

Á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni stendur, at ljóðstøðið á Signabø liggur umleið ella beint undir tilmælunum frá WHO fyri ljóð frá ferðslu, meðan ljóðstøðið á Langasandi liggur væl oman fyri somu tilmælini hjá WHO.

 

- Frekvensanalysur vísa, at lágfrekvent ljóð er uppi í motorljóði frá skipum. Kanningarnar vísa eisini, at lágir frekvensir kunnu samvirka og at lágfrekvent ljóð kann vera ein trupulleiki í timburhúsum á Signabø, skrivar Umhvørvisstovan. 

 

Umhvørvisstovan skrivar, at ljóðkanningar eru gjørdar í Kollafirði frá 2. august til 2. oktobur í 2018. Steingrund Akustik hevur staðið fyri arbeiðinum.

 

- Til kanningina av ljóðstøðinum á Signabø og á Langasandi í Kollafirði vóru 4 mátistøðir settar upp í býlingum, umframt tvær mátistøðir á havnarløgunum, til at máta frá 2. august til og við 2. oktobur 2017. Ljóðmátararnir gjørdu samanhangandi mátingar í øllum mátitíðarskeiðinum. Umframt sjálvvirkandi mátingar, eru eisini mannaðar mátingar gjørdar, tá ymisk skip hava ligið við bryggju. Út frá hesum mátingum eru simuleringar gjørdar av ljóðspjaðing frá havnarløgunum, skrivar us.fo