Alt ov stór virðing

Unga NSÍ-liðið hevði alt ov stóra virðing fyri mótstøðuni, tá FC Differdange 03 úr Luxembourg eisini í seinna dystinum slapp at vinna 3-0, ið var ríkiliga stórur sigur

– Sjálvt um vit taptu við trimum málum aftur hesa ferð, so kunnu vit saktans taka nakað gott og brúkiligt við okkum frá hesum seinna dystinum. Í mun til fyrra dystin niðri í Luxembourg, spældu vit nógv meira hesa ferð og høvdu nógv fleiri bóltflytingar, og tað var gott. Eisini fingu vit spælt okkum til fleiri kjansir, so alt í alt eri eg nøgdur.
Kári Reynheim, sum er venjari hjá NSÍ, hevði ikki hug at málað myndina so dapra, hóast tað var ein sannroynd, at í øllum førum tvey av teimum trimum málunum vóru øgiliga bílig og skyldaðust, at verjan hjá runavíkingum í alt ov lítlan mun dugdi at rudda burtur, tá tað kravdist. Men allíkavæl ásann­aði venjarin, at virðingin fyri mót­støðuni hevði verið ov stór:
– Í summum førum eru spælar­arnir ov smædnir og halda seg aftur, heldur enn at vera eitt sindur meira kontantir, men tað fáa vit so gjørt okkurt við. At vit so ikki fingu okkurt mál burturúr, er spell, men eg haldi avgjørt, at vit hava lært nakað av hesum báðum dystunum, og serliga tí seinna, staðfesti Kári Reynheim.
Ein óheppin støða stóðst av ein­um samanstoyti millum NSÍ-mál­verjan, Kristian Joensen, og ein á hinum liðnum, so Kristian fekk eitt knæ ella eina gaggu í høvdið. Av tí at hann fekk øgiliga ilt og eisini hevði hug at missa sjónina, mátti hann 10 minuttir fyri steðgin lata seg skifta út við bara 17 ára gamla Pætur Høj, ið tó loysti væl av og var ósekur í teimum báðum málunum, ið komu aftrat.

Ongantíð spennandi
Eftir eina varna byrjan, har NSÍ hevði bóltin nógv, men spældi í meira lagi aftureftir og tvørturum, komu gestirnir meira við. Tó var talan slett ikki um málkjans, tá tað bleiv 1-0 eitt korter inn í dystin, men klossarí afturi í verjuni, har bólt­urin fyrst bleiv mistur og síðani ikki ruddaður burtur. Og tá FC Differdange 03 beint fyri hálvleik aftur fekk mál, var tað aftur veikt verjuspæl frá NSÍ, ið gav møguleikan, tí bólturin ikki bleiv ruddaður burtur.
Hóast luxembourgararnir roynd­ust stinnari á vøllinum og eis­ini fingu meira burtur úr sínum atsókn­um, so vóru í fyrra hálvleiki fleiri støður, har teir gulu hildu seg blíva snýttar fyri brotsspørk, men dómarin gav teimum ikki viðhald.
Allar vónir um at skapa spenning í dystin vóru foknar í steðginum, tí hálvleiksstøðan var 2-0 og saman­lagda leiðslan hjá gestunum 5-0. Og ikki fyrr enn tað var blivið 3-0 eitt gott korter fyri dystarlok, byrj­aðu kjansirnir hjá NSÍ at koma, sam­stundis sum FC Differdange 03 slakkaði av.
Í eina førinum var talan um gott samanspæl millum Árna Frederiksberg og Ara Ellingsgaard, har hin seinni slapp millum fleiri mót­spælarar, men tó ikki inn um mál­mannin, og í einum øðrum føri var tað aftur Árni, ið átti uppleggið, tá hann spældi Andrias á Líknargøtu leysan til skot nakað uttarlaga, sum málverjin fekk beint út til hornaspark.
Einstakar aðrar støður vóru eis­ini, men hóast eitt mál hevði pyntað, kom tað ikki, og sostatt var europeiski leikluturin hjá NSÍ lið­ugur á hesum sinni.