Alt RAPAði hjá VB

Hondbóltur: VB kvinnurnar máttu taka til takkar við fyrsta ósigrinum hetta kappingarárið, tá tær sunnudagin vóru á vitjan í Vestmanna

VÍF ? VB 30-25 (12-9)


Áðrenn dysturin byrjaði, var tó væntandi, at talan kundi gerast um eina sera spennandi uppgerð ímillum tvey av teimum liðum, sum royna at hanga í himmalsferðini hjá Stjørnuni.


Verjan riggaði

Talan varð tó ongantíð um tann heilt stóra spenningin henda dagin, og størsta einstaka orsøkin til hetta var, at verjan hjá VÍF riggaði so at siga perfekt fyrstu løtuna. Úr Vestmanna frætta vit, at genturnar hava gjørt nógv fyri at betra um verjuspælið seinastu tíðina, og at hetta hevur givið úrslit var sjón fyri søgn sunnudagin.

Harumframt hevði Marjun ein sera góðan dag í málinum, har hon fleiri ferðir bjargaði, tá vágsgenturnar royndu seg við skotum úti frá.

Hevði álopssælið hjá VÍF riggað eins væl og verjuspælið fyrstu løtuna, høvdu vágbingarnir ivaleyst fingið bank, men soleiðis var hóast alt ikki, og var størsta orsøkin til hetta, at rættuliga nógvir tekniskir feilir vóru í álopsspælinum. Vestmannagenturnar hava tó Ioanu og Jacklin á liðnum, og við nøkrum einmansavrikum kundu tær syrgja fyri, at VÍF fekk eina rímuliga trygga leiðslu rættuliga tíðliga í dystinum.


Hildu fast

Sum dysturin leið, gjørdist alsamt meira greitt, at vestmannagenturnar høvdu fult tamarhald á støðuni. Munurin var so at siga alla tíðina eini 3-5 mál, og tá VB ta einu ferðina fekk minkað hendan niður í 2 mál, gjørdu vestmannagenturnar skjótt av, og skutu 2 mál á rað.

VB kom ongantíð nærri sigrinum enn hesi bæði málini, og at enda sá tað eisini út til, at tær sjálvar mundu ásanna hetta. Regina royndi tað hon var ment at venda dystinum, men eg loyvi mær at siga, at VB allarhelst hevði fingið meira burturúr, um hon helt seg til at spæla á einum plássi. Meginpartinum av dystinum reikaði hon runt allan vøllin, men alla staðni varð hon loftað av verjuni, tá hon so royndi at bróta ígjøgnum verjuna.

Tað átti heldur ikki at verið neyðugt hjá Reginu at roynt so nógv sjálv, tí liðið hevur hóast alt fleiri aðrar góðar leikarar, so sum Guðrið Mortensen, Rannvá Augustinussen og 3*Krosslá. Eftir mínum tykki verða hesar tiknar alt ov lítið við í spælið, við tað at venjarin roynir somikið nógv í sjálvdrátti.


Rapa nógv mál

Tá liggur betri fyri hjá leikandi VÍF venjaranum, Ioanu Rapa. Persónliga hevði hon størri úrtøku enn Regina, men hon megnar eisini at spæla viðleikarar til skot, tá verjan hjá mótstøðuliðnum tekur sær ov væl at henni. Eisini hevur hon eitt kanón hart skot, og eins í seinasta ár man hon verða eitt gott boð upp á besta málskjúttan í deildini. Sunnudagurin var ein av heilt góðu døgum hennara, og eftir at hon hevði skotið seg heita, kundi hon nærum einsamøll gera av við VB liðið.

VÍF er tó meira enn bert Rapa, og bæði Jacklin og Fríða fingu væl burtur úr framman fyri VB málinum. Eisini legði tú henda dagin serliga væl til merkis Nicolinu, sum stóð seg sera væl í verjupartinum.

Samanumtikið má sigast, at VÍF virkaði betri sum lið, og at tær tískil kundu vinna ein hampuliga tryggan sigur á vágsgentunum.


Stjørnurnar

eru næstar

Komandi vikuskifti heldur VÍF frí, ímeðan VB sum tær seinastu, skulu royna seg móti Stjørnuni. Neyðugt verður helst hjá vágsgentunum at taka annað skinn um bak, um tær skulu megna hesa uppgávuna. Sjálvur vænti eg eisini, at tær kunnu geva Stjørnuni ein skarpan gang har suðuri, tí at leika ímóti einum einum VB liði á ávíkavist heima- og útivølli er sum nátt og dagur. Skulu tær gera sær vónir um eina góða endastøðu verður tó eisini neyðugt at fáa stig á útivølli, og henda partin av uppgávuni hava tær ikki megnað nóg væl higartil.

VÍF tykist at vera eitt lið í støðugari menning, og kunnu tær fáa alt at svinga, kann væl verða at tær enda rættuliga ovarliga, tá avtornar. Á fremsta plássi verður tað helst ikki, men tær verða ivaleyst millum teirra, sum koma at berjast um heiðursmerki komandi vár.


VÍF: Ioana Rapa 14 (3), Jacklin Durhuus 6, Fríða Johannesen 4, Eydna Johannesen 2, Nicolina Joensen 1, Óluvá Poulsen 1, Angelie Joensen 1, Berghild Skúvadal 1

VB: Regina Rádo 12 (4), Arnleyð Krosslá 4, Sólrun Krosslá 4, Gurið Mortensen 3, Eyðbritt Krosslá 2

Brotskøst: VÍF 4, VB 5

Útvísingar: VÍF 4, VB 3

Dómarar: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen