Tað var í desember í 2019, at stórfjósið, sum tríggir festarar á Viðareiði høvdu bygt sær, læt upp.
Teir tríggir, Nils Absalonsen, Rói Matras Absalonsen og Esmar Sørensen, høvdu í nøkur ár arbeitt við ætlanunum, og leygardagin hin 7. desember hetta árið komu fyrstu kýrnar inn í fjósið.
Í fyrstu syftu tóku teir helvtina av fjósinum í nýtslu, og soleiðis høvdu teir 59 kýr í fjósinum ta fyrstu tíðina. Ætlanin var, at teir skuldu taka restina í nýtslu longu í januar árið eftir.
Men, tá kom ein ávísur kuril á við Búnaðargrunnin, soleiðis at tað dró nakað út at gera fjósið endaliga liðugt, og talið av mjólkineytum kundi koma upp á umleið 120.
Nú hevur so stórfjósið á Viðareiði koyrt í nøkur ár, og fjós og útbúnaður hava riggað serstakliga væl við umleið 115 leysgangandi neytum sum mjólka og tveimum vælvirkandi mjólkirobottum.
Nils Absalonsen, sum var væl eldri enn hinir báðir, Esmar og Rói, tá nýggja fjósið varð tikið í nýtslu, doyði í 2023, 70 ára gamal.
Síðan er tað sonur hansara, Dánjal Absalonsen, sum er komin í hansara stað í bóndavirkseminum á Viðareiði.
Nils var mjólkarbóndi
Mánadagin í hesi vikuni vóru vit á Viðareiði og vitjaðu í fjósinum, sum hevur størstu mjólkarkvotu í Føroyum í dag, 1330 tons um árið.
Her skiftu vit orð við 41 ára gamla, Róa Matras Absalonsen, sum var bæði blíður og fryntligur og tók væl ímóti okkum. Hann hevur konu úr Havn; tey eiga tvey børn og búgva á Viðareiði, har konan trívist væl.
Vit sessaðust inni á kaffistovuni í fjósinum, og her bjóðaði bóndin okkum bæði ein góðan mólksopa og gott kaffi.
- Nils, sum nú ikki er meira, var pápabeiggi mín. Hann var hin einasti av okkum trimum, sum var mjólkarbóndi. Nils festi eftir pápa sín og abba mín, Sámal Mikal, í 1987, sigur Rói.
Hann vísir á, at Nils hevði gamla fjósið, sum stendur beint við, har nýggja fjósið er bygt. Gamla fjósið varð upprunaliga bygt við 24 básum, men varð útbygt fyri umleið 25 árum síðan til 30 mjólkineyt.
- So, tað var Nils, sum var mjólkarbóndi – og ikki Esmar og eg, men vit fóru í samstarv og bygdu okkum nýggja og stóra felagsfjósið saman.
Hann sigur, at tað var í 2013, at teir tríggir tóku seg saman, og at ætlaninar um felagsfjósið av álvara birtust.
- Mjólkarkvotan, sum Nils hevði til neytini í gamla fjósinum, var á 212 tons um árið, og hetta var sjálvandi alt ov lítið til stóra fjósið.
Teir byrjaðu tískil at keypa kvotur og neyt.
- Longu í 2013 keyptu vit mjólkarkvotu og neyt frá Mortani Joensen í Fuglafirði, eins og vit leigaðu fjósið hjá honum, til vit fluttu í nýggja fjósið á Viðareiði hin 10. desember í 2019.
Hann ásannar, at tað var nokso strævið at búgva á Viðareiði og reka fjósið, sum teir leigaðu frá Mortani.
- Hetta var eitt básafjós Innan fyri Eið, tey rópa, og hetta er í núverandi Eysturkommunu. Her høvdu vit umleið 36 neyt sum mjólkaðu. Tað vóru serliga Esmar og eg, sum tóku okkum av hesum, tí Nils hevði sítt at taka sær av á Viðareiði við sínum fjósi.
Hann vísir á, at langur vegur var at koyra til at taka sær av neytum, mjólking, fóðring og øllum, sum hoyrir til ein garð, men Rói ásannar, at tá var hann í 20-unum, og nú er hann 41.
- Tá var eingin mjólkirobottur. Neytini skuldu mjólkast tvær ferðir um dagin, og tey skuldu ambætast og passast, umframt alt annað, sum eitt fjós krevur gjøgnum dagin, leggur hann aftrat.
Keyptu mjólkarkvotur
Teir tríggir bøndurnir á Viðareiði keyptu mjólkarkvotur bæði úr Øravík, Kollafirði, Velbastað og Skálavík, soleiðis at kvotan í dag svarar til tað, sum brúk er fyri til umleið 115 mjólkineyt.
- Tað seinasta, vit keyptu, var úr Skálavík, og hetta verður seinasta keypið hjá okkum, sigur hann brosandi.
Mjólkarframleiðslan í stórfjósinum á Viðareiði liggur um 18-19 prosent av allar mjólkarframleiðslu í Føroyum, og framleiðslan liggur soleiðis um 3.600 litrar um samdøgnið.
- Tá tú hevur millum 112 og 118 neyt, sum mjólka, hevur tú umleið líka nógvar kálvar og ungneyt, og tað er betur at hava ov nógv enn ov fá at seta við, tí hetta gevur eina støðugari mjólkarframleiðslu.
Rói Matras Absalonsen vísir á, at kálvarnir ganga inni í stóra fjósinum, til teir eru umleið tríggjar mánaðir gamlir, og síðan fara teir í gamla fjósið, sum er beint við, og her ganga teir eisini í umleið tríggjar mánaðir.
- Vit hava eisini leigað okkum inn í fjósið í Øravík, har vit hava umleið 60 ungneyt. Ætlanin hjá okkum er at byggja út her norðuri, so pláss eisini verður fyri øllum ungneytunum.
Øll kríatúrini hjá teimum ganga leys í fjósunum, og bóndin heldur, at tað er nógv lættari at hava bæði neyt, ungneyt og kálvar gangandi leys.
Vildi vera bóndi
Sum smádrongur og unglingi var Rói nógv í fjósinum saman við bóndanum og pápabeiggja sínum, Nils, og honum dámdi ógvuliga væl at hanga uppi í.
- Men, eftir gomlu festiskipanini kundi eg ikki vera bóndi. Hetta bar ikki til, fyrr enn festiskipanin gjørdist umsetilig, og eg kundi keypa mær festibræv.
Rói hevur umleið 45 áseyðir í sínum haga og hinir báðir, Dánjal og Esmar, hava umleið 200 seyðir hvør. Seyðin hava bøndurnir hvør sær, so hann er ikki partur av samstarvinum um fjósið.
- Men, tað kemur meira enn so fyri, at vit hjálpa hvørjum øðrum við seyðinum, tá á stendur, leggur hann aftrat.
Spurdur, hvør framtíðin verður, sigur Rói, at hetta er tað, sum hann tímir so sera væl, og hann væntar, at hetta verður hansara lívsstarv frameftir.
- Eg eri annars útbúgvin skipari og skipsførari, og eg havi siglt nokso fitt við fiskiskipum, eins og eg bæði havi verið stýrimaður og avloysari sum skipari.
Rói tók skiparaprógv í 2005 og gjørdist skipsførari í 2009, og tað var í 2013, at hann keypti festibræv og gjørdist festari Inni í Bergi, tey rópa.
Við einari mjólkarkvotu á 1330 tons og umleið 115 mjólkineytum ber garðurin umleið fýra størv, og hóast íløgurnar í keyp av kvotu, velting, fjós og útbúnað eru stórar, fæst raksturin at hanga saman.
- Vit ganga eftir einari vaktarskipan, soleiðis at vit vita, hvør hevur ábyrgdina av fjósinum, og hetta ger, at virksemið kennist minni bundisligt enn við gomlu básafjósunum.
Mjólkirobottarnir rigga sera væl, og hesir eru ein treyt fyri, at tað ber til at reka eitt so stórt fjós.
- Nú er tað ikki soleiðis, at vit skulu møta í fjósinum og brúka nógva tíð at gera klárt til at mjólka og síðan mjólka neytunum tvær ferðir um dagin. Vanliga verður møtt í fjósinum klokkan 8 á morgni, sigur hann.
Alt verður skrásett
Rói Matras Absalonsen vísir á, at øll mjólking er sjálvvirkandi.
Í fjósinum eru tveir framkomnir mjólkirobottar, og neytini mjólka alla tíðina. Tá neytini koma inn í robottin, fáa tey gott fóður, og tey standa í kø fyri at sleppa inn.
- Neytini mjólka í miðal tríggjar ferðir um samdøgnið, og onkur mjólkar oftari. Eg haldi, at trivnaðurin er góður, og vit fáa í dag munandi meira undan hvørjari kúgv enn tað, sum fekst við gomlu skipanini.
Hann sigur, at nøkur av neytunum, sum mjólka mest, mjólka stívliga 50 litrar um samdøgnið, og tað kemur fyri, at onkur kúgv kemur upp á stívliga 60 litrar.
- Kýrnar hava eitt kips, so mjólkirobotturin veit, hvørjar tær eru. Alt verður skrásett á einum forriti, og her sæst bæði, hvør kúgvin er, hvussu ofta, hon er inni og mjólkar, og hvussu nógv hon mjólkar hvørja ferð – ja, her verður enntá skrásett, hvussu nógv kemur úr hvørjari boppu.
Meðan vit práta, og Rói hyggur inn á telduforritið, sigur hann, at tann eina kúgvin, sum seinastu dagarnar hevur mjólkað mest, hevur mjólkað 4,6 ferðir um samdøgnið, og seinasta samdøgnið var litratalið 60,5.
Onkur bóndi, sum hevur básafjós, hevur nevnt, at hann kanska hevur eina størri føling við neytunum, tá hann hevur við eina og eina kúgv at gera í mun til, at tað ein robottur, sum syrgir fyri mjólkingini.
- Sjálvandi er eitt menniskja og ein robottur ikki tað sama, men eg trúgvi, at um væl verður fylgt við, nú forritini eru so góð, eigi eg at fáa tað sama við, sum ein bóndi fær við gomlu skipanini, heldur hann fyri.
Tá tú hevur so nógv neyt, sum bøndurnir á Viðareiði hava, gongur eisini nógv stráfóður, og her vantar í fyri at hava nógmikið til øll kríatúrini.
- Vit sláa bara her norðuri. Her er gott lendi, og alt er maskinbøur, um vit so kunnu siga. Vit eiga ikki alt sjálvir, sum vit sláa, men leiga ein part av lendinum. Restin av stráfóðrinum keypa vit.
Rói vísir á, at teir hava velt nógv gjøgnum árini, men her er framvegis nógv lendið eftir, sum kann veltast.
- Vit eiga maskinu, og málið hjá okkum er at gerast meira sjálvbjagnir við stráfóðuri, sum árini ganga, leggur hann aftrat.
Eingin ferðavinna
Tá vit spyrja Róa Matras Absalonsen um seyðin, hann hevur, sigur hann soleiðis:
- Mær dámar væl at ganga á fjalli, og mær dámar væl at fáast við seyð, men síðan eg gjørdist mjólkarbóndi, er tað serliga neytini og virksemið í fjósinum, sum fylla mest.
Hagin, sum hann hevur, ber bara 45 áseyðir. Hetta er til húsbrúks, og síðan verður nakað selt burturav.
Spurdur um ferðavinna er ein partur av bóndavirkseminum hjá honum og samstarvspørtunum á Viðareiði, sigur hann, at teir hava onga skipaða ferðavinnu sum er.
- Nei, tað kann eg ikki siga. Eg havi verið onkran túr, og eg ivist onga løtu í, at her eru møguleikar, og hetta kundi kanska verið eitt gott ískoyti til virksemið. Men, spurningurin er eisini, hvussu nógv avlopstíð er.
Hann sigur, at tað kemur meira enn so fyri, at onkur vil sleppa at síggja fjósið, men hetta liggur ikki í nøkrum skipaðum virksemi sum er, sigur fryntligi bóndin á Viðareiði, sum vit hava skift orð við.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##