Liverpool-leikari deyður

Diogo Jota er deyður í einari ferðsluvanlukku, 28 ára gamal, skriva útlendskir miðlar í dag

Portugisiska fótbóltsstjørnan Diogo Jota hevur latið lív í einari ferðsluvanlukku. Tað skriva fleiri útlendskir miðlar í dag. 

 

Diogo Jota spældi sum framherji hjá enska stórfelagnum Liverpool, og var eisini á landsliðnum hjá Portugal. 

 

Ferðsluvanlukkan hendi sambært spanska miðlinum AS við markið millum Portugal og Spania í einum bili, sum Diego Jota koyrdi. Lítlibeiggi hansara var eisini í bilinum. Hetta hendi í nátt. 

 

Deyðsfallið er ikki alment váttað, men spanski miðilin AS hevur frá keldum í politinum fingið váttað, at talan er um Diogo Jota og lítlabeiggja hansara, Andre. 

 

Diogo Jota bleiv giftur í síðstu viku, og eftir sita sostatt kona hansara og teirra trý børn.