Húsareynstunnilin góðkendur til almenna ferðslu

Tórshavnar kommuna og Arbeiðs- og brunaeftirlitið hava í dag góðkent Húsareynstunnilin til almenna ferðslu.

Tórshavnar kommuna skrivar, at tunnilin letur upp fyri almennari ferðslu sunnudagin komandi, 6. juli, men áðrenn tað skuldi trygdarútgerðin í tunlinum roynast í einari venjing.

 

Tann venjingin var týsdagin, tá umleið 20 fólk frá politinum, Tórshavnar Sløkkiliði, Heilsuverki Føroya, Ambulansatænastuni og Tórshavnar kommunu royndu tilbúgvingarætlanina, tøknina, mannagongdir og eftirkannaði samskiftisútgerðina í tunlinum.

 

Politiið, sum er leiðandi samskipari í tilbúgvingini, hevur góðkent tilbúgvingina í Húsareynstunlinum.

 

Tórshavnar kommuna hevur gjøgnumgingið niðurstøðurnar frá venjingini og hevur í dag staðfest, at Húsareynstunnilin uppfyllir øll myndugleikakrøv og tískil kann lata upp fyri almennari ferðslu.

 

Og Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur somuleiðis brunagóðkent Húsareynstunnilin til almenna ferðslu.

 

Hátíðarhald verður sunnudagin, tá tunnilin og nýggi Havnarvegurin alment lata upp fyri almennari ferðslu. Hetta verður eitt fólksligt tiltak fyri øll, har fólk kunnu ganga, renna, trilla og súkkla gjøgnum Húsareynstunnilin og eftir Havnarvegnum, og enda við Tjarnir, áðrenn tunnilin og vegurin verða latin upp fyri bilferðslu.

 

Skráin fyri dagin er hendan:

 

Kl. 13.00

 

Harmoniorkestrið GHM spælir við tunnilsmunnan við Marknagilsvegin

 

Kl. 13.30

 

Elsa Berg, borgarstjóri, heldur røðu

 

Jón Sigurðsson, stjóri á Articon, heldur røðu

 

Bergur Robert Dam Jensen, form. í teknisku nevnd, klippir snórin

 

Farið verður inn í Húsareynstunnilin og endað við Tjarnir, umleið 4 km

 

Tónleikur inni í tunlinum við Jóhan Hentze

 

Drekkamunnur við Tjarnir

 

Kl. 15.30

 

Havnarvegurin og Húsareynstunnilin lata upp fyri ferðslu, har Føroya Ellisakfør koyra frá munnanum á tunlinum við Marknagilsvegin til Tjarnir.