Stórur tørvur á orðblindalærarum

Hóast tað bara eru tíggju ár síðan, orðblindalærarar seinast vórðu útbúnir, er sera stórur tørvur á fleiri orðblindalærarum. Umleið helmingurin av lærarunum í Orðblindalærarafelagnum er oman fyri 60 ár.

 

Hetta skrivar Skúlablaðið á síni heimasíðu.

 

Verður ikki sett við rættiliga skjótt, eru fáir ella eingir orðblindalærarar eftir um nøkur fá ár. Størsti skúlin í landinum hevur til dømis ongan útbúnan orðblindalærara.

 

- Orðblindaútbúgvingin er ikki boðin út av nýggjum í tíggju ár, men komandi undirvísingarár fer Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya at bjóða út stakskeið innan inkluderandi sernámsfrøði: Lesi-og skriviavbjóðingar og dysleksi. Seinastu árini hava tað verið orðblindalærarar sjálvir, ið hava tikið stig til at hava skeið innan m.a. amboð til orðblind. Sum orðblindalærari er torført at fylgja við menningini innan orðblindaøkið, tá skeið ikki hava verið boðin út í Føroyum, tí havi eg saman við øðrum orðblindalærarum av okkara eintingum luttikið á ymsum tiltøkum og ráðstevnum uttanlands. Biðja vit danskar fyrilestrarhaldarar hava skeið við okkum, renna vit okkum í tann trupulleikan, at teir ikki hava kunnleika til okkara viðurskifti. Tí eiga vit at útbúgva fólk at hava skeið í Føroyum.

 

Eitt krav til teirra, sum gera orðblindakanningar við næmingum í triðja flokki, er, at teir eru útbúnir orðblindalærarar.

 

- Tað er óforsvarligt at gera orðblindakanningar, um tú ikki ert orðblindalærari. Skúlar, sum ikki hava orðblindalærarar, eiga at heita á aðrar orðblindalærarar at gera orðblindakanningarnar, men eg havi skilt, at tað eru skúlaleiðslur, sum biðja onnur enn orðblindalærarar gera kanningarnar. Tað er á ongan hátt í lagi, tí tað er so mikið komplekst at gera orðblindakanningar og greina tær, at bara orðblindalærarar hava førleika at gera tær. Eg haldi heldur ikki, at tað er ráðiligt, at orðblindalærarar læra aðrar lærarar at gera hesar kanningarnar; tað mugu vera undirvísarar, sum eru skikkaðir til tað, sum gera hetta. Vit fáa fyrispurningar frá foreldrum, sum spyrja, hvar tey kunnu fáa kanningina gjørda. Veit at onkur bjóðar seg til at gera orðblindakanningar; eg havi bara hug at minna foreldur á at tryggja sær, at tey, sum gera hesar kanningarnar, hava røttu førleikarnar at gera tær.

 

Hetta skrivar Skúlablaðið á síni heimasíðu, og annars ber til at lesa samrøðu við Anniku Katrin Joensen í Skúlablaðnum nr 3, 2025.