Granskingarráðið hevur seinasta mánaðin latið stuðul til útgávu av sjey javnlíkamettum vísindagreinum í Open Access tíðarritum. Tilsamans eru slakar 53.000 kr. latnar í stuðli
Fleiri ph.d. verkætlanir eru millum teirra, ið hava fingið stuðul, skrivar gransking.fo.
Stuðulsskipanin til útgávu av vísindaverkum, ið Granskingarráðið umsitur, er serliga ætlað yngri granskarum, sum eru ávegis at fóta sær sum granskarar, t.d. við ph.d.-verkætlan. Stuðulin til útgávu av vísindaligari grein kann í mesta lagi verða 8.000 kr.
Yvirlit yvir vísindagreinar, ið hava fingið stuðul frá skipanini, sæst her.