Fótbóltsheimur er skakaður eftir syrgiligu ferðsluvanlukkuna í Spania, har brøðurnir, Diogo Jota og Andrá, lótu lív.
Vanlukkan hendi klokkan 00.30 í nátt á motorvegnum A52.
- Bilurin fór av koyribreytini, og eldur kom í. Báðir persónarnir, sum vóru í bilinum, lótu lív, sigur eitt umboð fyri sponsku løgregluna við Verdens Gang.
Í einum tíðindaskrivi sigur spanska løgreglan, at tey arbeiða við at finna út av, hví vanlukkan hendi.
- Vit arbeiða út frá einum ástøði um, at vanlukkan hendi, tá bilurin hjá Diogo Jota - ein Lamborghini - punkteraði, sigur spanska løgreglan.
Landsliðsfelagin hjá Jota á portugisiska landsliðnum, Cristiano Ronaldo, skrivar soleiðis um landsliðsfelagan og Liverpool-leikaran.
- Hetta gevur onga meining. Vit vóru júst saman á landsliðnum, og tú var akkurát giftur. Til tína familju, konu og tíni børn sendi eg mína samkenslu og ynskir um alla verðins styrki. Eg veit, at tú altíð vil vera við teimum. Hvílið í friði, Diogo og André.
##med2##
Og Cristiano Ronaldo endar við hesum orðum:
- Vit fara altíð at sakna tykkum, skrivar liðformaðurin á portugisiska landsliðnum.
Lesið eisini: Liverpool er í sorg - https://www.in.fo/news-detail/liverpool-er-i-sorg
##med3##