Liverpool er í sorg

- Tey siga, at vit missa bara fólk, tá vit gloyma tey. Eg fari ongantíð at gloyma teg, skrivar Rúben Neves á Instagram

Tíðindini um, at Liverpool-leikarin, 28 ára gamli, Diogo Jota og beiggi hansara, 26 ára gamli, André Silva, eru deyðir í ferðsluvanlukku í Spania, hava skakað fótbóltsheimin.

 

Liverpool váttar, at tey eru kunnaði um deyðsføllini, og at felagið er í sorg.

 

Tey heita á øll um at vísa privatlívinum hjá familjuni hjá Diogo og André virðing, eins og heitt verður á fólk um at vísa vinum og liðfeløgum virðing.

 

- Hetta er ein ófatiligur missur, og vit veita okkara fulla stuðul til øll avvarðandi, sigur Liverpool.

 

Í norska stuðulsfelagnum eru tey eisini skakað um tíðindini, sum bórust í morgun.

 

- Hetta eru tíðindi, sum tú ikki trýrt, tá tú hoyrir tey. Diogo gifti seg fyri bert tveimum vikum síðan. Hetta er ógvuliga tragiskt, sigur dagligi leiðarin í stuðulsfelagnum, Tore Hansen, við NRK. 

 

Hann leggur aftrat, at Diogo Jota var ein fótbóltsleikari í bestu árum, og hann var ógvuliga væl umtóktur í Liverpool.

 

- Hetta er nakað, sum seint verður gloymt. Øll Liverpool-familjan er skakað, og hetta er ein ógvuliga tungur dagur, sigur Tore Hansen.

 

Diogo Jota hevur drigist við skaðar seinastu árini, men var ein týdningarmikil leikari við seks málum í farnu Premier League-kapping, har Liverpool gjørdist meistari.

 

- Deyðsfallið skakar allan leikarahópin. Teir arbeiða so tætt saman, og hann hevur verið í felagnum í so nógv ár. Tað verður hart at hittast aftur eftir steðgin um eina lítla viku, sigur Tore Hansen.

 

Ein røð av Liverpool-profilum hava skrivað á sosialum miðlum eftir syrgiligu deyðsvanlukkuna í Spania í morgun.

 

- Eg eri púrasta í knúsi eftir boðini, skrivar fyrrverandi Liverpool-úrmælingurin, Jamie Carragher, á Instagram.

 

– Hvíl í friði, Diogo. Hjartanemandi tíðindi, skrivar Robbie Fowler á X.

 

– Eg eri skakaður um hjartanemandi tíðindini um deyðsfallið av Diogo Jota og beiggjanum, André Silva, skrivar Ian Rush.

 

##med2##

 

Deyðsfallið hevur skakað fótbóltsumhvørvið kring heimin.

 

Rúben Neves spældi saman við Jota, bæði í Porto og Wolverhampton. Teir báðir hava eisini spælt saman á portugisiska landsliðnum.

 

- Tey siga, at vit missa bara fólk, tá vit gloyma tey. Eg fari ongantíð at gloyma teg, skrivar Rúben Neves á Instagram.

 

Lesið eisini: Her lótu brøðurnir, Diogo og André lívhttps://www.in.fo/news-detail/her-lotu-broedurnir-diogo-og-andre-liv