Daniel skoraði meistaramálið

Nýggi vongverjin skoraði einasta málið í Sarpugerði, har tað var góður hýrur og stórur intensitetur

Fyrsti dystur í sekstanda umfari í bestu landskappingini var í Gøtu í kvøld.

 

KÍ vann 1-0 ímóti Víkingi. Einasta málið skoraði Daniel Johansen í 64. minutti. Eftir horna úr høgru frá Árna Frederiksberg og út frá aftur, legði Árni bóltin fyri føturnar á nýggja vongverjanum í vinstru, og mitt fyri og av brotsteigarmarkinum setti Daniel hegnisliga bóltin dygst inn við stólpanum uttan at landsliðsmálverjin í málinum hjá Víkingi sá út til at hava nakran møguleika. Hetta var fyrsta málið hjá Danieli Johansen í bláu troyggjuni, sum hann sær út til at trívast væl í.

 

-Leingi riggaði tað væl hjá okkum, men síðstu løtuna undan hvíldini vóru teir væl betri við. Eftir steðgin royndu vit at rætta uppá tað og fáa fleiri innlegg, men tað riggaði ikki, sum vit ætlaðu, og so var tað enn einaferð við deyðbólti, at vit skoraðu sigursmálið, sigur Daniel Johansen í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM útvarpinum.

 

-Nú gleða vit okkum at spæla í Europa, og eg eri sera fegin um góðu móttøkuna, sum eg havi fingið í Klaksvík, sigur einasti málskjúttin í Gøtu í kvøld í samrøðu við FM1 útvarpið.

 

Sigurin ber við sær, at KÍ fer í summarfrí við 46 stigum fyri 16 dystir. Um fjarstøðan til næsta avbjóðaran verður níggju stig ella fleiri enn so fæst at síggja sunnudagin, tá ið tað verður grannauppgerð í Gundadali.

 

Intensiteturin var stórur, og tað var ofta ferðmikið og í øðrum løtum skipað og tolið samanspæl.

 

KÍ var størsta partin av fyrra hálvleiki meiri á bóltinum, og tað vóru nógvar støður í heimabrotsteiginum. Eina ferð varð Páll A. Klettskarð spældur leysur innanfyri verjuna, og tá leyp Bárður á Reynatrøð úr málinum og bjargaði væl.

 

Síðsta stóra korterið undan steðginum fekk Víkingur betri tak á spælinum, og tá var Jørgen Nielsen eftir gott samanspæl við Stefan Radosavljevic leysur eitt sindur til høgru, og úr stuttari fjarstøðu setti hann bóltin skeivu megin stólpan. Løtu seinni sneiddi Olaf Bárðarson seg leysan, og tá ið hann næstan av strikuni smekkaði bóltin innfyri, bjargaði Mark F. Jensen sera væl, áðrenn bólturin fór í málið.

 

Eftir steðgin vóru klaksvíkingar meiri á bóltinum, og ofta samanspældu teir við stórum toli. Eftir KÍ leiðslumálið fluttu heimamenninir sítt fólk longri fram, men talan varð ongantíð um heilt stóran møguleika.

 

-Teir vóru omaná í løtum, og vit vóru omaná í løtum, og í stórum løtum gekk tað mesta fyri seg á miðjuni. Í fjør koppaðu sovornir dystir okkum til fyrimunar. Í kvøld spældu vit ímóti Føroya besta liði, og tað koppaði teimum til fyrimunar soleiðis, sum tað ofta ger hjá liðum, sum hava undanvind, sigur Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi.

 

 

 

Víkingur – KÍ 0-1 (0-0)

 

0-1: Daniel Johansen 64.

 

Dómari: Jákup Øssursson Mohr

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Árni Nóa Atlason, Sølvi Vatnhamar, Stefan Radosavljevic (Ragnar Skála, 77.),– Poul Kallsberg, Jørgen Nielsen (Jákup Johansen, 76.), Olaf Bárðarson (Aron Jarnskor Ellingsgaard, 76.)

 

Gult kort: Arnbjørn Svensson

 

KÍ: Mads F. Jensen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, Daniel Johansen – Árni Frederiksberg (Gilli Rólantsson Sørensen, 90.), Hallur Hansson (Filip Brattbakk, 60.), Jákup B. Andreasen (Deni Pavlovic, 86.), René Shaki Joensen – Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen (Dávid B. Andreasen, 86.)

 

Gult kort: Gaston Nicolas Tellechea, Deni Pavlovic