Í dag spældu liðini í innleiðandi bólki B fyrstu dystirnar í EM-endaspælinum í fótbólti hjá kvinnum, ið verður leikt í Sveis.
Undan dystinum millum heimsmeistararnar, Spania og Portugal heiðraði fjøldin og mintist Diogo Jota og bróðir hansara, André Silva, ið doyðu í einari syrgiligari ferðsluvanlukku.
Á søguríka Wankdorf leikvøllinum í Bern var klassamunur. Spania vann stórsigur 5-0. Longu í steðginum var Spania á odda 4-0. Spania hevði bóltin 71 prosent av tíðini, og Portugal hevði bert eina málroynd innanfyri málrammurnar.
Í sama bólki vann Italia 1-0 á Belgia á Tourbillon leikvøllinum í Sion. Arianna Caruso skoraði sigursmálið beint undan steðginum.
Spania-Portugal 5-0 (4-0)
1-0 Esther Gonzalez ('2 )
2-0 Vicky Lopez ('7 )
3-0 Alexia Putellas ('41 )
4-0 Esther Gonzalez ('43 )
5-0 Cristina Martin Prieto ('90 )
Belgia-Italia 0-1 (0-1)
0-1 Arianna Caruso ('44 )
Í morgin spæla liðini í innleiðandi bólki C. Klokkan 17 spælir Danmark - uttan Jóhannu Fossdalsá Sørensen í hópinum - dyst móti Svøríki. Klokkan 20 spæla Týskland og Pólland.