Sigursrøðin hjá 5-mannaførum úr Klaksvík heldur fram í Fuglafirði í dag. Fyrr í dag vunnu dreingir 14-16 ár, gentur 14-16 ár og kvinnur, og nú vóru tað eldru dreingirnir, teir 17-18 ára gomlu, sum umborð á Fípuni Føgru vóru fyrstir um málstrikuna.
Drekin, Royndin Fríða og Fípan Fagra hava fyrr í summar vunnið hvør sín róður, og í dag vóru tað aftur hesir tríggir bátarnir, sum kappaðust um fremsta plássið.
Drekin misti í seinna partinum av róðrinum, og so stóð kappingin millum Royndina Fríðu og Fípuna Føgru, sum var fremst størsta partin av teininum.
Í endaspurtinum bjóðaði Royndin Fríða rættiliga av, men dreingirnir úr Klaksvík vóru teir drúgvaru og stinnaru og vóru eitt vet undan teimum úr Vági, tá ið teir í góðveðrinum í Fuglafirði fóru um málstrikuna.
1 | Fípan Fagra (KRF) | 05:10.07 | +00.00 | 7 | ||
2 | Royndin Fríða (VK) | 05:10.28 | +00.21 | 6 | ||
3 | Drekin (HR) | 05:11.14 | +01.07 | 5 | ||
4 | Báran (HSR) | 05:39.02 | +28.95 | 4 |
1 | Fípan Fagra (KRF) | 4 | 25 | ||
2 | Royndin Fríða (VK) | 4 | 24 | ||
3 | Drekin (HR) | 4 | 23 | ||
4 | Sílið (HR) | 3 | 11 | ||
5 | Heykur (HVR) | 3 | 10 | ||
6 | Báran (HSR) | 1 | 4 |