Elon Musk stovnar flokk sum mótmæli móti Trump

Elon Musk hevði boðað frá, at hann fór at stovna ein nýggjan flokk, um "Big, Beautiful Bill" hjá Trump varð samtykt.

 

Elon Musk segði farvæl við stjórnina hjá Donald Trump og Doge á tíðindafundi í Hvítu Húsunum 30. mai.(Savnsmynd). - Mynd: Nathan Howard

Milliarderurin og fyrrverandi stuðul hjá Donald Trump, Elon Musk, stovnaði í dag politiska flokkin Amerika Party.

Musk skrivaði soleiðis á sosiala miðlinum X:

– Tá tað snýr seg um at oyðileggja land okkara við peningaspilli og korruptión, so liva vit í eini floksskipan, ikki í fólkaræði.

– Í dag varð America Party stovnaður fyri at geva tær títt frælsi aftur, skrivar Musk.

Við floksgrundarlagnum tekur hann í álvara sínar útsagnir um at stovna ein flokk, um Donald Trump forseti samtykti stóra lógarpakkan, sum Trump sjálvur hevur kallað "Big, Beautiful Bill".

Lógarpakkin varð samtyktur í Umboðsmannatinginum hósdagin, og fríggjadagin - á amerikanska sjálvstýrisdegnum - varð hann undirskrivaður av Trump.

Musk hevur funnist at lógarpakkanum fyri at føra til alt ov stóra almenna skuld.

Lógaruppskotið fevnir um niðurskurð í sosialu trygdini og heilsuverkinum til tey fátøku, men eisini stórar skattalættar til tey ríku. Hann hækkar eisini amerikanska skuldarloftið við 5 billiónum dollarum.

Amerikanska almenna skuldin er longu stór. Sambært amerikanska fíggjarmálaráðnum er núverandi tjóðarskuldin meira enn 37 billiónir dollarar.

Atfinningarnar hjá Musk av hækkingini av skuldarloftinum við lógaruppskotinum er í samsvari við politisku linjuna, sum hann hevur talað fyri í forsetatíðini hjá Trump.

Stutt eftir at Trump varð innsettur í januar, varð Elon Musk settur at standa á odda fyri stjórnarvirksemi (Doge).

Deildin er partur av Trump-stjórnini og hevur til uppgávu at fremja skerjingar í samveldisskipanini.

Sambært einari útrokning hjá Reuters vórðu 12 prosent av samlaðu samveldisarbeiðsmegini skerd millum stovnanina av deildini í januar og mai. Tað svarar til 260.000 størv av 2,3 mió.

Musk fór úr Doge seinast í mai. Boðað varð frá byrjan av, at hansara leiklutur á deildini fór at vera fyribils.

Síðani hann fór úr Doge, hevur Musk fleiri ferðir funnist at Trump og politikkinum hjá forsetanum, og teir báðir eru endaðir í fleiri orrustum á sosialu miðlunum.

 

/Ritzau/

 

##med2##

 

Elon Musk segði farvæl við stjórnina hjá Donald Trump og Doge á tíðindafundi í Hvítu Húsunum 30. mai.(Savnsmynd). - Mynd: Nathan Howard