Tað verður ein hálvfinala millum Real Madrid og Paris Saint Germain í HM-endaspælinum fyri felagslið í USA.
Real Madrid vann í fjórðingsfinaluni 3-2 á Dortmund á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í New Jersey.
Fyrstu 20 minuttirnar syrgdu Gonzalo og Francisco Garcia við hvør sínum máli fyri, at Real Madrid var á odda 2-0. Leingi sá út til, at dysturin fór at enda 2-0, men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat hendi nógv. Fyrst minkaði Maximilian Beier um munin til 2-1, og løtu seinni skoraði Kylian Mbappé dagsins mál við einum saksasparki. Lítla løtu seinni var brotsspark til Dortmund, og Dean Huijsen fekk tað reyða kortið fyri at fella Serhou Guirassy í brotsteiginum. Serhou Guirassy sendi brotssparkið í netið til 3-2. Bert ein fantombjarging hjá Thibaut Courtois í seinastu sekundunum av dystinum bjargaði Real undan longdari leiktíð.
Mikukvøldið klokkan 20 hittast Paris Saint Germain og Real Madrid í hálvfinaluni, ið verður leikt á MetLife leikvøllinum. Dagin fyri klokkan 20 spæla Fluminense og Chelsea.
Real Madrid-Borussia Dortmund 3-2 (2-0)
1-0 Gonzalo Garcia ('10 )
2-0 Francisco Garcia ('20 )
3-0 Maximilian Beier ('90+ )
3-1 Kylian Mbappé ('90+ )
3-2 Serhou Guirassy, br. ('90+ )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Real Madrid og Dortmund:
##med2##