Nú hava øll 16 liðini í EM-endaspælinum í fótbólti hjá kvinnum leikt fyrsta dystin hjá sær.
Í dag vóru dystirnir í bólki D á skránni.
Á Letzigrund leikvøllinum í Zürich eydnaðist Fraklandi at vinna 2-1 á Onglandi.
Frakland skoraði málini hjá sær upp á tríggjar minuttir. Í 36. minutti legði Marie-Antoinette Katoto Frakland á odda, og løtuna aftaná økti Sandy Baltimore til 2-0. Í 87. minutti fekk Keira Walsh spenning í uppgerðina aftur, men nærri komu verandi EM-vinnararnir ikki.
Á Swissspor leikvøllinum í Luzern vunnu Niðurlond trivaligan 3-0 sigur á Wales. Vivianne Miedema legði Niðurlond á odda beint undan steðginum, og tíðliga í seinna hálvleiki øktu Victoria Pelova og Esmee Brugts til 2-0 og 3-0.
Í morgin verður annað umfarið í bólki A leikt. Klokkan 17 spæla Noreg og Finnland, ið hava trý stig hvør. Klokkan 20 tekur vertstjóðin, Sveis móti Íslandi á søguríka Wankdorf leikvøllinum í Bern. Bæði liðini hava einki stig, og hava tí ryggin móti múrinum undan dystinum.
Frakland-Ongland 2-1 (2-0)
1-0 Marie-Antoinette Katoto ('36 )
2-0 Sandy Baltimore ('39 )
2-1 Keira Walsh ('87 )
Wales-Niðurlond 0-3 (0-1)
0-1 Vivianne Miedema ('45+ )
0-2 Victoria Pelova ('48 )
0-3 Esmee Brugts ('57 )