Alt samskifti við útheimin um fylgisvein

Av tí at íslendingar og kanadiumenn í løtuni arbeiða við at umvæla cantat kaðalin norðafyri Føroyar, fer telesamskifti til og úr Føroyum um fylgisvein komandi dagarnar

Alt telesamskifti til og úr Føroyum fer í løtuni um fylgisvein, og er hetta ikki eins gott, og tá sambandið fer um cantat kaðalin, ið er høvuðssamskiftisæðr í Norðuratlantshavi. Men Føroya Tele kann einki gera við hendan trupulleika. Ólag er á kaðalinum millum Ísland og Kanada, og tí arbeiða hesi londini í løtuni við umvælingum norðanfyri Føroyar. Hetta ger, at føroyingar ikki fáa nýtt cantat kaðalin, og tí má alt samskifti fara um fylgisvein.


Byrjaðu ov tíðliga

Frá Føroya Tele verður sagt, at tey vóru fyrireikaði uppá, at sambandið gjøgnum cantat kaðalin fór at slitna gjáramorgunin. Men av tí, at okkurt brek kom á samskiftið í Kanada í fyrrakvøldið, varð neyðugt at fara undir umvælingarnar fyrrakvøldið í staðin fyri gjáramorgunin, og var tað hetta, ið gørdi, at internetsambandið til og úr Føroyum ikki virkaði mánanáttina og ein part av mánamorgninum.


Sóu ikki internetsosilain

Av tí at servarin hjá internetsosialinum liggur í London, hevur ikki verið møgulligt at lisið internetsosialin úr Føroyum, meðan sambandið við útheimin hevur verið burtur. Men nú fer sambandið um fylgisvein, og tískil ber aftur til at lesa Sosialin á netinum.

Frá Føroya Tele verður sagt, at internetsambandið næstu vikuna fer at koyra spakuligari enn vanligt, av tí at tað fer um fylgisvein. Væntað verður eisini, at trupulleikar fara at verða við náttarsurfing. Men allur teldupostur kemur fram, hóast tað kanska fer at taka eitt sindur longri tíð enn vanligt.

Hjá Føroya Tele vænta tey, at sambandið gjøgnum cantat kaðalin fer at verða í lagi aftur um eina góða viku ella so.