Alt verður avgjørt í Vági

Neistin førdi trygt í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki kom VB sterkt aftur, og so samdust liðini um javnleikin í fyrru hálvfinaluni í Sunset kappingini. Við javnleikinum er alt púra opið undan seinnu hálvfinaluni

Neistin-VB 26-26 (15-10)

Lagt var upp til ein spennandi dyst, tá ið Neistin tók ímóti VB í fyrru hálvfinaluni í Sunset kappingini. Neistin hevur havt eitt sera gott tak á VB í hesum kappingarárinum, men síðstu dystirnar eru úrslitini blivin betri og betri hjá vágskvinnum. Dysturin leygardagin gjørdist enn eitt dømi um, at VB kann steðga Neistanum, um tær raka dagin.

Neistin legði væl út
Frá byrjan av var tó líkt til, at Neistin fór at gera, sum í undanfarnu dystunum. Tær fingu nevniliga eina flúgvandi byrjan, og dysturin var ikki meir enn byrjaður, tá tær høvdu lagt seg á odda 3-0. Hetta sá ikki gott út hjá VB.
So við og við komu vágskvinnurnar tó eitt sindur í gongd, men tær høvdu enn stórar trupulleikar at fylgja við góða neistaspælinum. Um miðjan hálvleikinum hevði VB minka um munin niður í tvey mál, og hesa løtuna koyrdi væl betri enn fyrstu løtuna hjá gestunum, men brádliga steðgaði upp aftur.
Neistin valdi at taka eitt time out fyri at tosa um tingini, og hetta vísti seg so sanniliga at geva úrslit. Næstu sjey minuttirnar skoraðu tær fýra ferð, meðan VB einki mál fekk, og so var Neistin brádliga á odda við seks málum, og nú lá ein tryggur neistasigur í luftini.
Nú var tíðin komin hjá VB at taka Time Out, og hetta fekk eitt sindur av gongd í aftur gestirnar. Fyrra hálvleik átti Neistin tó, og tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð undan steðginum, førdi Neistin við fimm málum, og her skuldu aðrir bollar í suppuna hjá VB, um tær skuldu koma inn aftur í dystin.

VB vendi dystinum
VB- venjarin, Egil Steintórsson, mundi hava tikið eitt álvarsprát við sínar leikarar í hálvleikinum, tí tað var eitt heilt nýtt VB-lið, sum kom inn á vøllin eftir steðgin. Nú spældu tær sum eitt lið, og tær vístu, at hesin dysturin als ikki var avgjørdur enn.
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki spældi VB sum einglar. Alt vísti seg at rigga, meðan tað nú var Neistin, sum hevði stórar trupulleikar við at fáa bóltin í málið hjá VB. Eftir 10 minuttum hevði VB eisini skora seks ferðir, meðan Neistin hevði fingið tvey mál, so nú var aftur bert eitt mál á muni.
VB steðgaði tó ikki á her. Um miðjan hálvleikin løgdu tær seg nevniliga á odda fyri fyrstu ferð í dystinum, og nú var okkurt, sum bendi á, at VB kundi fara avstað við øllum í fyrra hálvfinaludystinum. Gestirnir megnaðu eisini at leggja seg á odda við tveimum málum, áðrenn Neistin sá, hvønn veg tað bar.
Nú raknaði heimaliðið nevniliga við aftur og byrjaði at finna spælið fram, sum tær høvdu víst undan steðginum. Hetta gjørdi, at tær fór fram um aftur VB, soleiðis at tær vóru á odda við tveimum málum, tá ið knappir fýra minuttir vóru eftir at leika. Síðst í dystinum svaraði VB aftur við trimum málum, meðan Neistin fekk eitt, og so endaði fyrra hálvfinalan ímillum Neistan og VB við javnleiki 26-26.
Sum dysturin lagaði seg, var javnleikurin helst í lagi. Neistin hevði eina trygga leiðslu undan steðginum, men í seinna hálvleiki megnaði VB at koma inn aftur í dystin við til tíðir sera góðum spæli. Við javnleikin er einki avgjørt undan seinnu hálvfinaluni, sum verður í Vági.

Fakta

Neistin-VB 26-26 (15-10)
Málskjúttar:
Neistin: Nicoleta R. Hansen 9 (5), Rakul Augustinussen 6, Ása D. Á Neystabø 4, Unn Kragesten 2, Annika Thomsen 1, Elin Stakksund 1, Gunnar Brockie 1, Heidi Maria Akselsen 1, Maria Dahl 1
VB: Daiva Tuomaite 6 (4), Gurið Mortensen 6, Leila Jespersen 4, Maja Sølvsten 4, Rannvá Johannesen 3, Margreth Augustinussen 2, Bára Mortensen 1
Brotskøst: Neistin 5, VB 4
Útvísingar: Neistin 2, VB 4
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen