Sunnudagin klokkan trý verður altjóða gudstænasta í Christianskirkjuni í Klaksvík, har alt fer at ganga fyri seg á enskum máli.
Tað eru Christianskirkjan og Marjun Lómaklett, prestur, ið hava tikið stig til gudstænastuna, sum fyrst og fremst er ætlað fólkum av útlendskum uppruna.
Men fyri tað eru øll vælkomin - bæði til sjálva gudstænastuna og eina hugnaløtu, sum verður í kirkjukjallaranum aftaná.
Marjun Lómaklett greiddi á Rás 2 frá, hvat henda altjóða gudstænastan sunnudagin er fyri nakað.