Eitt av kendastu listaverkum í landinum er altartalvan í Christianskirkjuni í Klaksvík.
Listamaðurin Joakim Skovgaard (1856 1933) málaði í 1901 upprunaliga altartalvuna, sum myndar stóru kvøldmáltíðina (Luk. 14, 15-24), til dómkirkjuna í Viborg í Danmark.
Málningurin varð málaður beinleiðis á kálkaða veggin í kirkjuni, men skjótt sást, at væta setti ígjøgnum veggin og hótti við at oyðileggja málningin. Hann varð tí tikin niður í 1913 av serfrøðingum úr Italia og førdur yvir á lørift, og ein annar eins málningur málaður á sama stað. "Stóra kvøldmáltíðin" varð síðani flutt til Statens Museum for Kunst, til hann varð settur upp í Christianskirkjuni í 1963, tá ið kirkjan varð bygd.
Umframt skaðan, ið málningurin fekk í Viborg, hevur hann verið fyri broytingum og smærri skaða, meðan hann hevur hingið í Statens Museum for Kunst og eisini aftaná, at hann er komin í Christianskirkjuna.
Ætlanin at umvæla altartalvuna hevur fleiri ár á baki, men vegna iva um ognarviðurskiftini og at hetta er eitt serligt og kostnaðarmikið arbeiði, hevur tað drigið út.
Seinastu árini hava so tingingar verið millum kirkjuráðið í Klaksvík, Føroya Stiftstjórn og Statens Museum for Kunst um ognarviðurskiftini, og í vetur varð avtala undirskrivað, sum sigur, at Christianskirkjan hevur altartalvuna til láns frá Statens Museum for Kunst til 31. desember 2086 við tilsøgn um, at henda avtalan kann verða longd í framtíðini.
Ein arbeiðsbólkur hevur staðið fyri tí formliga og fyrireikað umvælingina, og nú er klárt at fara til verka.
Samlaði kostnaðurin fyri umvælingina er settur til 7.467.750,- krónur, íroknað meirvirðisgjald.
Søkt hevur verið um stuðul til verkætlanina, og hesir grunnar hava veitt stuðul:
A. P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møller Fond til almene Formaal, 3 milliónir krónur,
Augustinus Fonden, 2 milliónir krónur og
Becket Fonden, 425.000 krónur
Haraftrat hevur Føroya Kirkja játtað 1 millión krónur til umvælingina, so at øll játtanin er komin upp á pláss, tá ið roknað verður við, at meirvirðisgjaldið verður endurgoldið sambært lógini.
Møguliga verður meira fíggjarligur stuðul aðrastaðni frá, sum so verður mótroknaður í hinum stuðlunum.