Altartalvan verður høvuðsumvæld

Altartalvan í Christianskirkjuni í Klaksvík skal umvælast fyri slakar 7,5 milliónir krónur. Kirkjan hevur fingið listarverkið til láns frá Statens Museum for Kunst fram til 2086

Í september mánaði byrjar arbeiðið at umvæla stóru altartalvuna í Christianskirkjuni í Klaksvík. Arbeiðið, sum kostar slakar 7,5 milliónir krónur, verður liðugt í mai mánaði næsta ár.

Listamaðurin Joakim Skovgaard málaði í 1901 upprunaliga altartalvuna, sum myndar stóru kvøldmáltíðina til dómkirkjuna í Viborg í Danmark. Málningurin varð málaður beinleiðis á kálkaða veggin í kirkjuni, men skjótt sást, at væta setti ígjøgnum veggin og hótti við at oyðileggja málningin. Hann varð tí tikin niður í 1913 av serfrøðingum úr Italia og førdur yvir á lørift, og ein annar eins málningur málaður á sama stað. "Stóra kvøldmáltíðin" varð síðani flutt til Statens Museum for Kunst, til hann varð settur upp í Christianskirkjuni í 1963, tá ið kirkjan varð bygd.

Umframt skaðan, ið málningurin fekk í Viborg, hevur hann verið fyri broytingum og smærri skaða, meðan hann hevur hingið í Statens Museum for Kunst og eisini aftaná, at hann er komin í Christianskirkjuna.


Lána til 2086

Ætlanin at umvæla altartalvuna í Christianskirkjuni hevur fleiri ár á baki, men vegna iva um ognarviðurskiftini og at hetta er eitt serligt og kostnaðarmikið arbeiði, hevur tað drigið út.

Seinastu árini hava so tingingar verið millum kirkjuráðið í Klaksvík, Føroya Stiftstjórn og Statens Museum for Kunst um ognarviðurskiftini, og í vetur varð avtala undirskrivað, sum sigur, at Christianskirkjan hevur altartalvuna til láns frá Statens Museum for Kunst til 31. desember 2086 við tilsøgn um, at henda avtalan kann verða longd í framtíðini.


7, 5 milliónir

Ein arbeiðsbólkur hevur staðið fyri tí formliga og fyrireikað umvælingina, og nú er klárt at fara til verka. Samlaði kostnaðurin fyri umvælingina er settur til 7.467.750,- kr., íroknað meirvirðisgjald.Søkt hevur verið um stuðul til verkætlanina, og hesir grunnar hava veitt stuðul:

A. P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møller Fond til almene Formaal 3 mió. kr.,

Augustinus Fonden 2 mió. kr. og Becket Fonden 425.000 kr. Haraftrat hevur Føroya Kirkja játtað 1 mió. kr. til umvælingina, so at øll játtanin er komin upp á pláss, tá ið roknað verður við, at meirvirðisgjaldið verður endurgoldið sambært lógini.

Møguliga verður meira fíggjarligur stuðul aðrastaðni frá, sum so verður mótroknaður í hinum stuðlunum.


Liðugt í mai

Sostatt er nú endiliga komið so langt, at umvælingin fer í gongd fyrst í september. Tað verður Nordisk Konservering í Danmark, sum ger arbeiðið, og stendur Tom Egelund, konservatorur, fyri tí. Hetta eru serfrøðingar, ið hava royndir við slíkum arbeiði í Danmark og aðrastaðni.

Arbeiðið verður fylgt upp av Isabelle Brajer, konservatori, frá Nationalmuseet í Danmark.

Áðrenn arbeiðið fer í gongd, verður gólv lagt ímillum ovastu svalagongirnar í kirkjuni frá altarinum og aftur til næstfremstu súlurnar. Her verður eitt rúm bygt, har alt umvælingararbeiðið verður gjørt. Tað verður gjørt soleiðis, at tað sum minst kemur at nerva tænastur í kirkjuni. Sp/f Malltek Byggivirkið í Klaksvík ger hetta arbeiðið í seinnu helvt av august.

Umvælingin verður liðug síðst í mai mánaði komandi ár.