Alternativ trætuloysn

- Sleppast kann undan nógvum rættarmálum, um ein meklari fær tey stríðandi at tosa saman og samráðast heldur enn við krøvum og ákærum at økja ósemjuna, sigur Turið Debes Hentze, sum hevur tikið til eitt skeið um alternativar trætuloysnir

 

MEKLING

Miðskeiðis í november verður skipað fyri byrjunarskeiði í millumgongu. Millumgonga verður eisini nevnt mekling ella mediasjón. Hetta er ein arbeiðsháttur, sum snýr seg um at loysa ósemjur á tann hátt, at allir partar kenna seg sum vinnarar. Millumgongufólkið eggjar teim stríðandi til at skilja fyrimunin við sjálvi at tosa seg til rættis og sættis og samráðast heldur enn við krøvum og ákærum at økja ósemjuna. Millumgongufólkið leggur seg ikki sjálvt út í ósemjuna ella kemur við uppskotum um loysnir. Heldur er uppgávan hjá viðkomandi at stýra tingingunum millum partarnar soleiðis, at hesi sjálvi koma við uppskotum um loysnir og velja ta loysnina, sum teir halda vera ta bestu.

- Hugskotið við mediasjón er, at einki verður kroyst yvir høvdið á nøkrum, at partarnir tosa saman og lurta eftir sjónarmiðunum hjá hvør øðrum á ein hátt, at tey sjálvi meta, at tey eru komin fram til loysnina. Sleppast kann tá undan rættarmálum, sum ongantíð áttu at verið byrjað, sigur Turið Debes Hentze, advokatur.

Hesin arbeiðsháttur hevur víst seg sum eitt sera munagott amboð at loysa ósemjur av alskins slag innan vinnulív, í familjurættarligum trætum, innan skúlagátt, í revsimálum og yvirhøvur á øllum økjum.

- Í Føroyum eiga vit eisini at brynja okkum út við grundleggjandi vitan til henda arbeiðshátt. Roknast kann við, at tørvurin á vælskikkaðum millumgongufólkum innan leingi gerst veruleiki eisini her hjá okkum. Mediasjón er ógvuliga nógv brúkt í Onglandi, haðani hesin arbeiðsháttur stavar, og USA. Millumgonga verður meiri og meiri aktuelt, sjálv havi eg leingi havt ætlanir um at kunna meg nærri um henda arbeiðsháttin, og tað er grundin til, at eg havi tikið stig til skeiðið, sigur Turið Debes Hentze.


Familjan fyrst

Á byrjunarskeiðinum verður størstur dentur lagdur á trætur innan familjurættarliga økið.

- Familjurættur er ógvuliga ítøkiligur og týdningarmikil. Í nógvum málum, tá ið hjún skulu skiljast, er upplagt, at eitt millumgongufólk fyrst kemur inn í myndina ístaðin fyri at bæði tosa ígjøgnum hvør sín advokat. Í Onglandi er tað vorðið til eitt krav, at fólk ikki sleppa at skiljast fyrr enn eitt millumgongufólk hevur verið inni í myndini. Í Noreg bendir nógv á, at hetta eisini verður eitt krav, og í Danmark síggja vit, at mediasjón er vorðið eitt vanligari tilboð í amtunum. Nú arbeitt verður við nýggjari lóg á familjurættarliga økinum í Føroyum, eigur mekling at koma inn í lógarverkið. Í okkara hjúnabandslóg stendur, at eingin skal skiljast fyrr enn partarnir hava verið til mekling, men sum er hava fólk lítlar og ongar møguleikar, um tey ynskja meklara inn í myndina, sigur Turið Debes Hentze.

At størsti denturin á byrjunarskeiðnum verður lagdur á familjurættarliga økið, eigur ikki at halda teimum aftur, sum hava áhuga í trætuloysnum innan onnur øki.

- Skeiðið fevnir eisini um eina almenna og grundleggjandi vitan um, hvat mediasjón snýr seg um, og um tær mannagongdir, sum nýttar vera. Mediasjón verður brúkt alla staðni, har tvístøður eru, sum ikki kunnu loysast, sigur Turið Debes Hentze.

Á skeiðinum verður ástøðilig framløga og praktisk uppgávuloysn. Undirvísararnir, Vibeke Vindeløv, dr.jur., og Pia Deleuran, advokatur, virka báðar sum millumgongufólk. Tann fyrrnevnda hevur skrivað doktarritgerð um alternativa trætuloysn, og tann seinna granskar í evninum tvístøður.

Skeiðið vendir sær serliga til advokatar, sálarfrøðingar, dómarar, sosialráðgevarar, málsviðgerðarar, og onnur, sum dagliga arbeiða við trætuloysnum og semjuroyndum, umframt onnur, sum hava áhuga í hesum evni og ynskja størri kunnleika. Ætlanin er seinni at hava eitt víðkað skeið til teirra, sum ynskja fullan førleika at virka sum millumgongufólk. Skeiðið, sum verður hildið á Hotel Hafnia, er treytað av, at í minsta lagi 10 fólk tekna seg.