Seinastu tíðina hevur Malan Johansen úr Vinnuhúsinum havt úr at gera við at samskipa stóru oljuráðstevnuna í Norðurlandahúsinum, sum byrjar týsmorgunin. Líka síðani oljuleitingin byrjaði í føroyska havøkinum, hevur oljuráðstevnan verið eitt afturvendandi tiltak.
Oljan fyrst
Malan Johansen greiðir frá, at endamálið við tiltakinum hesaferð er fyrst at viðgera oljuvinnuna, og við støði í vælferðarspurninginum verðu síðani viðgjørt, hvussu vit kunnu skapa alternativar vinnumøguleikar í einum einstáttaðum fiskivinnubúskapi.
- Ráðstevnan er býtt upp í tveir partar. Fyrst verður oljuvinnan umrødd, og eftir døgverða er yvirornaða evnið, hvussu vit kunnu tryggja framhaldandi vælferð Føroya, sigur Malan Johansen.
Sigurð Poulsen, stjóri á oljufyrisitingini, fer fyrst at greiða frá aðru loyvisrundu á føroyska økinum, og síðani koma tvey umboð frá oljufeløgunum Statoil og Chevron Texaco at greiða frá møguleikum og virksemi á Atlantsmótinum. Wilhelm Petersen, stjóri á á Atlantic Petroleum, og Graham Stuart, stjóri á Føroya Kolvetni, fara so at greiða frá sínum virksemi í Bretlandi, áðrenn Regin Hammer frá FOÍB og Petur Joensen frá oljufyrisitingini skulu greiða frá, hvussu peningurin til førleikamenning er nýttur, og hvørji úrslitini eru.
Vælferð Føroya
Spurningurin um framhaldandi vælferð Føroya verður yvirornaða evnið á seinna partinum av stevnuni.
- Spurt verður, hvussu vælferðin kann tryggjast um t.d. fiskivinnan svíkur, og við øðrum orðum verður ljós kastað á alternativar vinnumøguleikar, sum kunnu veita føroysku tjóðini fleiri búskaparlig bein at standa á, sigur Malan Johansen úr Vinnuhúsinum.Malan vísir á, at eisini her eru fleiri fyrilestrar á skránni bæði hjá føroyingum og útlendingum. Fyrst fer íslendskur professari at greiða frá, hvussu íslendingar hava megnað at gjørt eitt meiri fjølbroytt vinnulív til veruleika, sum ikki longur bert er tengt at fiskivinnuni, og síðani fer norskur professari at hugleiða um samfeløg, sum eru tengd at tilfeingisbúskapi.
Johnny í Grótinum frá Føroya Sparikassa, Zvonko Mrdalo av Hagstovu Føroya og Ólavur Gregersen, stjóri á Bitland, fara síðani at viðgera spurningar, sum eru viðkomandi fyri vælferð Føroya, áðrenn Magni Arge, stjóri í Oljuvinnufelagnum, tekur samanum.