Altíð kent meg øðrvísi

- Eg hugsi sjáldan um, at eg eri ættleidd, men tað eru løtur, har eg hugsi, at alt hevði verið lættari, um eg bara var sum øll hini, sigur ættleidda Anitha

- Eg kenni meg sum ein føroying, og so hvørt eg eri blivin eldri, er tað blivið lættari at hava eina øðrvísi útsjónd enn flest onnur, sum búgva her. Í dag hugsi eg sjáldan um, at eg eri ættleidd og havi ein annan húðarlit enn hini, men tað var ikki altíð líka lætt at vaksa upp í Føroyum sum ættleitt barn.

 

 

Soleiðis sigur Anitha K. Mortensen, sum er ættleidd úr India. Hon er í dag 21 ár og hevur seinastu 19 árini búð í Havn.

 

 

Í Vikuskiftissosialinum greiðir Anitha K. Mortensen frá, hvussu tað er, at vaksa upp í Føroyum, tá tú ert ættleitt barn.

 

 

 

- Eitt, sum eg altíð havi hildið verið keðiligt, er, at í Føroyum verður ofta sagt við børn, at tey líkjast tí og tí persóninum í familjuni. Ongantíð segði nakar soleiðis við meg, og tað helt eg altíð var so keðiligt, tí eg vildi eins og hini børnini líkjast onkrum, sigur Anitha K. Mortensen.

 

Serliga vóru tað árini í fólkaskúlanum, sum stundum vóru strævin.

 

- Tá eg hugsi um hasi árini, so haldi eg, at tað var strævið, tí eg bleiv allatíð mint á, at eg var nakað, sum hini børnini ikki vóru. Kanska tí at flokksfelagarnir ikki vistu nóg væl av, at tað búgva altso børn í Føroyum, sum ikki síggja út sum føroyingar. Har haldi eg, at foreldur eiga eina uppgávu at fortelja børnum sínum, um hvussu tað heila nú einaferð hongur saman, og hví summi børn eitt nú eru myrk í húðini, sigur Anitha K. Mortensen.

 

Les alla samrøðuna við Anithu K. Mortensen í Sosialinum hetta vikuskiftið.