Íslendska Altingið hevur í kvøld samtykt eitt uppskot frá stjórnini um at halda fólkaatkvøðu um Icesave-lógina. Fólkaatkvøðan verður í seinasta lagi tann 6. mars. Á fólkaatkvøðuni skulu teir íslendsku veljararnir taka støðu til Icesave-lógina, sum Altingið samtykti tann 30. januar, men sum Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, sýtti fyri at staðfesta.
49 altinglimir atkvøddu fyri uppskotinum um fólkaatkvøðuna.
Í dag vísti ein meiningakanning, at íslendska stjórnin hevði verið sitandi, um altingsval var nú. Stjórnin hevði varðveitt tingmannatalið, sum hon fekk á valinum í fjør.