Tað bleiv talan um eitt skrædl í tí fyrsta dystinum hjá føroyska U17-kvinnulandsliðnum í EM-endaspælinum í Montenegro.
Í Potgorica taptu Føroyar í innleiðandi bólki C 15-33 fyri Íslandi. Í steðginum var støðan 16-6 til Ísland.
Føroyar skoraðu 15 mál upp á 40 málroyndir. Ísland skoraði upp á 33 av 57 málroyndum.
Íslendski málverjin Danijela Sara Björnsdóttir var ikki uttan orsøk vald at vera dagsins leikari. Hon hevði 15 bjargingar, harav tríggjar brotskastsbjargingar.
Leggjast skal aftrat, at Ísland vann fyri stuttum bronsuheiðursmerki á ungdóms-olympiaduni. So talan er um ein sterkan árgang hjá Íslandi.
Føroysku U17-kvinnurnar fáa høvið at reisa seg aftur í morgin klokkan 11. Tá verður Sveis mótstøðuliðið. Leygardagin klokkan 11 spæla Føroyar móti Niðurlondum.
Føroyar: Lý Dávadóttir Magnussen 4, Maria Hellisdal Poulsen 2, Arina Høgnadóttir Wang 2, Halla Haldansen 2, Poula Djurhuus á Neystabø 1, Meta av Fløtum 1, Emily Andresen 1, Lilja Skaalum Vilhelm 1, Sólveig Guðmundsdóttir Ripley 1.
Bjargingar: Femja Sámalsdóttir Soll 5 – Bjørk Germaine Jákupsdóttir 4.