Á fundi í Nairobi í Kenya eru umhvørvismálaráðharrarnir í ST vorðnir samdir um at gera altjóða reglur um nýtslu av kyksilvuri. Á fundinum er londini vorðin samd um at fara í undir eitt uppskot til ein altjóða kyksilvur sáttmála. Avtalað er, at sáttmálin skal umfata minking av kyksilvurútláti til luft, reinsan av økjum, sum eru dálkað við kyksilvuri, og at eftirspurninginum eftir kyksilvuri í vørum og ídnaðarvirksemi skal minkast.
Samráðingarnar í ST um tær nýggju altjóða reglurnar byrja seinni í ár og væntast at vera lidnar í 2013.
Kyksilvur hevur verið nógv umrøtt í Føroyum síðstu árini, tí so høgar nøgdir av kyksilvuri finnast í grindahvali, og nógvar kanningar hava verið gjørdar fyri at staðfesta árin av kyksilvuri, serliga á børn. Hetta sigur Umhvørvisstovan í tíðindaskrivi.