Ben Arabo um orsøkina til uppreistur, fátækradømi og máttloysi í Gaza.
Og Magni Højgaard um átrúnarligu og grundfestu sjónarmiðini í Føroyum um ísraelsfólk sum Guðs útvaldu og vinabond við Ísrael, sum nakað grundleggjandi.
—
Sjálv haldi eg, at vit muga taka frástøðu frá krígnum og steðga óhugnaligu humanitæru brotsgerðini júst framman fyri eygunum á okkum.
Skilji hvat Ben Arabo sigur, men taki undir við Turið í, at Hamas kemur aftur, uttan mun til um vit oyða partar av virkseminum.
Um kristindóm, við atliti til Ísraels, havi eg fulla virðing fyri grundleggjandi søguligum og viðurkendum stríði um tilverugrundarlag, bæði sum trúgv og sum beinleiðis heimstað hjá jødum.
Men tá eg spyrji um hvat Jesus hevði sagt - so hevði kristindómurin ivaleyst tolað eitt ‘time out’ og átalað ella fordømt gerðunum hjá ísraelsmonnum júst í løtuni.
Um vit gjørdu alt fyri at steðgað krígnum og á tann hátt fingið gíslarnar leysar og síðani arbeitt fyri, at ísraelsfólk og palæstinar fingu møguleikar at búsett seg á líka fóti onkunstaðni, so er tað einasta loysnin.
Sjálvsagt ljóðar hetta naivt, tí hetta ikki áður hevur eydnast - men kríggið er ikki svarið og møguliga skulu onnur enn politikarar eiga ta stóru avbjóðingina.
Shimon Peres, præsidentur í Israel frá 2007 til 14, hevði táverandi rætta andan. Høvdu fólk, sum hann, funnist í dag.
—
Og fyri so vítt eiga øll at samlast á Vaglinum.
Hetta eru ikki spurningar um okkum og tykkum.