Altjóða Down Syndrom dagur haldast í Føroyum

Fríggjadagin ganga føroyingar við bláum neglalakki og í Runavík fara tey at gera nógv burtur úr degnum

Fríggjadagin 21. mars er altjóða Down Syndrom dagur og hann verður eisini hátíðarhildin í Føroyum, akkurát sum hann verðr hildin við ymsum tiltøkum kring um í allari verðini.

Endamálið er at varpa ljós á Down Syndrom og her í Føroyum verður dagurin hildin við almennum tiltøkum í Skótahúsinum við Løkin og Løkshøll í Runavík.

- Tað eru níggju ár síðan at dagurin var hildin fyrstu ferð, og í 2012 fekk dagurin formliga viðurkenning frá ST, siga tey, sum Diana Savidsen, sum er við at til at fyrireika tiltøkini her í Føroyum

- Í fjør var fyrstu ferð, at dagurin varð hildin í Føroyum og í ár verður ljós aftur varpað á Down Syndrom her heima.

Tiltøkini byrja í Skótahúsinum við Løkin í Runavík fríggjadagin klokkan 15 har Magnus Rasmussen, borgarstjóri, setur dagin og Ælabogin spælir og Sigrun Wardum, forkvinna í Javna fer at siga nøkur orð.

Haldið í Skótahúsinum endar klokkan 16.30 og klokkan 17 verður hildið fram í Løkshøll, har Elvin Weihe bjóðar vælkomin.

- Magna Jógvansdóttir siga eitt sindur um hugburð og Elin Løkin fer at syngja ein sang.

- Tóra við Keldu sigur frá sínum sjónarmiðum og Helena Jørmundsson greiður frá, hvussu tað er at vera foreldur Immanuel, sum er eitt ár og hevur Down Syndrom.

Fyriskipararnir heita á øll fólk um at hava blátt neglalakk fríggjadagin fyri at vísa, at tey stuðla degnum.

Í sambandi við dagin hava tey eisini gjørt eitt ”picbadge” at seta á Facebook vangamyndir.

Fyrireikararnir siga, at at tað eru einir sjey milliónir fólk um allan heim, sum  hava Down Syndrom.

- Eingi tøl eru tó fyri hvussu nógv eru í Føroyum, men tummilsreglan er, at eitt barn verður føtt um árið.

Eingin veit hví summi fáa down Syndrom, men við góðum stuðli kunnu fólk við Down Syndromi hava eitt vanligt og innihaldsríkt lív, sigur Diana Davidsen.