Stóri finaludagurin i tónleikakappingini Stella Polaris var í Norðurlandahúsinum í kvøld. Høllin var fullsett, og áhoyrararnir fingu eina ríka tónleikauppliving. Av teim fjøruti luttakarunum, høvdu seks ungir tónleikarar kvalifiserað seg til finaluna. Hesir vóru: Kristina Thede Johansen, saksofon - Birita Poulsen, sangur - Rúni Hentze, trompet - Alvi Joensen, gittar - Marta Torkilsdóttir Johannesen, floyta og Dávur Birgisson, gittar.
Hesi mannaðu dómsnevndina: Mist Thorkelsdóttir, forkvinna - Katrine Gislinge fyri tónleikagreinina í breiðari merking – Bernharður Wilkinson fyri Føroya Symfoniorkestur - Martin Mouritsen fyri Tórshavnar Musikkskúla og Leif Hansen fyri áhoyrararnar.
Aftaná drúgva viðgerð, kom dómsnevndin fram til, hvussu virðislønirnar skuldu latast.
1.virðisløn varð latin Alva Joensen og í grundgevingini siga dómararnir at Alvi hevur djúpt innlit í tónleik og er ein sonn stjørna.
Alvi er 24 ára gamal og er úr Norðragøtu. Hann býr í Malmø har hann lesur á tónlistarskúlanum.
Vinningurin er kr. 20.000,-
2. virðisløn varð latin Biritu Poulsen av Sandi og 3. virðisløn varð latin Kristinu Thede Johansen úr Havn.
Tónleikakappingin Stella Polaris verður aftur á vári 2017.